Tilflytaralóg

Nøkur orð í essayformi um føroyska stjórn, lóg og fyrisiting tá ið ræður um at fáa útlendingar at flyta til Føroya at arbeiða ella búgva.

Føroysk tilflytaralóg er tíverri er merkt av loysnum ið eru óegnaðar populistiskar royndir at loysa trupulleikar, sum vit als ikki hava.

Greinin er partur av greinasavninum Exit Føroyar.

Greinin er millum umrødd í morgunsendingini hjá útvarpinum (umleið 6:34 inni í sendingini).

Rás 2 og sjónvarpstíðindini hava eisini viðgjørt málið.

Nøkur brot úr greinini:

‘Let’s set the scene’

Vit kenna øll støðuna. Vit koma á gátt í onkrum føroyskum heimi á bygd nakað út á kvøldið. Húsfólkið situr í rúmligu stovuni ið er alloðin í familjumyndum og urtapottum. Tey fáa sær kaffi, øll eygu eru vend móti sjónvarpinum, sum eftir tað lítla korterið av endursendingum á Kringvarpinum aftur er sett á TV2 News, ella kanska er onkur kapping um at syngja ella tvassa okkurt á onkrari av hinum donsku kanalunum. Fært tú kortini ávíst prát í lag við húsfólkið er ikki frítt, at tey harmast um, at bygdin minkar, men “tað ber ikki til hjá okkum øllum at vera prestar ella professarar.” Tey hava sligið seg til táls við, at nøkur av børnunum mugu fara niður, onnur til Havnar. “Men vissi nú nýggjustovumenninir fingu fatur á eini makrelkvotu ella kanska einum pari?” Ja, so bleiv kanska so frægt av arbeiði, at matmóðirin í húsinum aftur fekk lønandi starv. Gamli hevur verið so ringur í rygginum, hjá honum er lítið at gera. Rættiliga avgjørd gerast tey ikki, uttan so prátið fellur á tilflytarar. Øgiligur vandi er í øllum hesum fólkunum ballaðum í turrikløð, sum bara vilja hava pengar frá danskarunum og avla børn uttan nakað hógv. Tey hopa, at Pia, Lars, Helle og hini á Christiansborg, sum tey eru uppá fornavn við, fara at gera nakað við hetta.

Soleiðis er støðan. Føroyingar eru fangaðir í lagnutrúgv uppá fruminntøkur (ið eru fiskur og blokkur). Størv hjá lærdum fólki eru sum prestastørvini góð at fáa, men tey framleiða onki, ið kemur til høldar í hesi verðini sum føroyingar liva í. Tí er onki annað enn at satsa í hesum ‘zero-sum game,’  sum handlar um, hvør fær tann fiskin ið er at fáa, og hvør fær tann blokkin ið er at fáa. Fráflyting er bara neyðuga fylgjan av, at fiskur ella blokkur mangla, ella at fólk gerast praktiskt avlamin ígjøgnum óviðkomandi útbúgving.

Samstundis hava føroyingar tikið til sín populismu úr donskum stórbýarpolitikki. Hóast vit hava áleið tríggjar muslimar í Føroyum, sum allir gera góðan mat, so eru føroyingar øgiliga ræddir fyri tí, sum fólkavaldur nevndi “berføttum dadluetandi jihadistum.” Øll duga søgur um óforstáiligar taxasjafførar, íbúðir fyltar av fremmandum ella aðrar ræðuleikar úr hesi verðini, sum fjarsýnið ber tey í hvørt kvøld.

Í útvarpssending um útlendingastovuni fyri ári síðani var sagt, at tóat føroyska lóggávan var eldri, veikari og linari enn í grannalondunum, so bar til at vissa fólk um, vit í venju skuldu halda okkum líka strong sum hini – Føroyar gjørdust ikki nøkur inngongd til norðurlanda við frælsari útlendingalóg! – Nei… so hyggin ella heppin verða vit ikki; føroyingar kunnu framvegis sita tryggir við hálvhosunum uppi á stovuborðinum, kaffi og Cadbury … og nikka at øllum teimum, sum í fjarsýninum til fánýtis royna at bjarga føroyingum undan trupulleikum ið teir ikki hava.

Snøgt sagt

Hetta hevur havt stóru ávirkan sína á føroyska tilflytaralóg, sum tíverri er merkt av loysnum ið eru óegnaðar populistiskar royndir at loysa trupulleikar, sum vit als ikki hava.

Misfatan býr undir

Týðandi er at staðfesta, at øll hesi sjónarmið um mentunarligar og búskaparligar avleiðingar av tilflyting og um búskap sum grundaðan á fruminntøkur eru skeiv, tí fyrra er grundað á hetta vælkenda, at okkara politiska dagsskrá er innflutt og sett grundað á viðurskifti ið ikki eru okkara, meðan seinna stutt og greitt er skeivt og dømi um óhaldbara búskaparfrøðiliga hugsan; tí gerast loysnirnar í lóggávu og umsiting so óhepnar, tí tær til fánýtis royna at loysa vandamál ið ikki eru til.

Vanligasta misfatanin er á enskum nevnd ‘the lump of labour fallacy.’ Misfatanin at bert ávís nøgd av arbeiði er til, og fær ein annar starv so fái eg ikki. Hetta er partur av zero-sum misfatanini sum nevnd var í áðni. At hon er skeiv sæst best av, at amerikanski búskapurin eftir tíggjutals millióna tilflytan framvegis finnur næstan øllum størv; enntá eru mangar milliónir av sera arbeiðssomum fólkum ólógliga í USA og halda týðandi vinnum gangandi við ídni og strevi. Ja, arbeiðsloysi er í USA, men av øðrum orsøkum, og tað gjørdist bert verri, um t.d. øll av norskari ætt fluttu aftur til Noregs at ‘geva pláss.’ Tann við lítlari ella óviðkomandi útbúgving hevði framvegis sitið arbeiðsleysur í USA, og Noreg hevði fingið ein goysandi vøkstur í framleiðslu og vælferð sum ongin nøgd av olju, fiski ella øðrum ikki-menniskjansligum tilfeingi kann geva. Veruleikin er, at hvør einasti sum ‘tekur’ sær starv samstundis eftirspyr somikið av vørum og tænastum, at hann eftirspyr nóg mikið til, at brúk er fyri øðrum – hann bæði tekur og skapar eitt starv. Í New York búgva tey bókstaviliga omaná hvørjum øðrum, uttan nakran skugga av frumframleiðslu av land-, sjó- ella havbúnaði ella blokki, og túsundtals fólk mugu koyra inn í býin hvønn dag at manna øll størvini.

Vit hava tíverri dapra forsøgu at halda fólkavøkstri aftur

Hvussu virkar henda misfatan so? Jú, í gomlum døgum avmarkaðu vit í lóggávu serliga giftingarmøguleikunum. Tá ið ikki var hugsandi at liva saman ógiftur, vóru treytir fyri giftu sera effektivar at forða bæði tilflytarum eins og nøring hjá fátækrafólki ella øðrum óynsktum. Tá ið føroyingar regluliga mála tunnur sum piparbússur og arga onkran, t.d. “Heri pipar, 8. oktober !!!”  so sipar hetta til danska lóg, ið avmarkaði møguleikarnar hjá týskum handilsmonnum at seta seg niður í Keypmannahavn, teir skuldu ikki giftast, vera eldri enn 30 ár og lata kongi heilt kilo av pipari í avgjaldi. Piparsveinar eru skerdir tilflytarar. Dupult ironiskt, at ein keypmanna havn helt keypmonnum burturi, og at eitt fánandi oyggjafólk ið hungrar eftir tilflytan virðir minnið um mismun móti tilflytarum.

Her heima var sonevnda trælalógin nýtt at forða giftu. Fólk skuldu prógva, at tey høvdu inntøkugrundarlag, helst sita við hálvari mørk í jørð – harvið vóru bert pláss fyri áleið 10-20 húsarhaldum í miðal føroyskari bygd, ikki minst tí summi sótu við nógvari jørð. Sama tankagongd sum hjá kendum fólkavaldum og granskara ið áhaldandi segði ‘búskapin’ avmarka fólkatalið – og ikki øvugt so sum veruleikin er. Trælkanin í lógini lá í tí, at tú hevði skyldu at fara at tæna hjá øðrum – arbeiða fyri avmarkaða løn og vera verandi ógiftur – um tú ikki kundi ávísa trygt tilverugrundarlag, helst í frumframleiðslu av vøru burturúr jørð.

Vit høvdu kjansin at blása betri anda í lógina …men nei takk!

Danir høvdu givið greið boð. Bertel Haarder ráðharri hevði gjørt greitt, at føroyingar kundu fáa tær ásetingar, teir vildu hava. Bæði tá ið ræður um formligar ásetingar í lóg, og tá ið ræður tey rundskriv og annað ið myndar venjuna – praksis – eftir lógini. Vit kundu fáa egna útlendingastovu og enntá yvirtaka málsøkið. Che-samgongan legði seg tó eftir at yvirtaka tyngri evni sum málsøkið mát og vekt, men legði fram nevnda uppskot um serliga lóg fyri Føroyar. Lógin var full av tí, vit í fakinum nevna standardum, ásetingum við  tulkingarrúmd ið krevja at verða gjørdar ítøkiligar í meting út frá valdum og vigaðum atlitum. Ásetingar um ”særlige beskæftigelsesmæssige hensyn” og ”væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn” kunnu merkja so øgiliga nógv. Einastu mørk eru í veruleikanum sett av veiku krøvunum til konsekvens eftir líkaregluni. Sagt einfalt, vissi KÍ fær ein áleypara úr Rumenia, skal TB eisini kunna, men til ber eisini at nokta báðum. Útlendingalógin var nú okkara, bara vit so dánt kundu viðgera lík mál á líkan hátt.

Øgiligur ótti og ekki var á fólki, ikki minst teimum í samhaldsføstum flokkum og fylkingum, og nógv stóð á. Loksins var málið avgreitt, jú nú kundu arbeiðsloyvi gevast í serligum førum, um ikki arbeiðsloysið fór uppum hálvt fjórða prosent.

Nú er búskapur so háttaður, at sterkur dynamiskur búskapur, t.d. sum megnar at stovna 5% nýggja arbeiðspláss árliga, helst skapar brutto nærri 20% og missir kanska 15%. Hvørt ár eru nøkur liðug í skúla, onnur gerast frísk aftur ella liðug við farloyvi (og nøkur fá sleppa enntá at flyta til). Arbeiðsloysi í løtumyndini er tí altíð nøkur prosent. Føroyska markið uppá 3,5% var í veruleikanum treyt um onki bygnaðarligt ella árstíðarmerkt arbeiðsloysi. Skuldi forritari, maskinmeistari, granskari ella flyta til Føroya at starvast í vinnum ella fakum uttan nakað staðfest arbeiðsloysi, so var kravið sostatt, at onki veruligt arbeiðsloysi heldur skuldi vera í nakrari aðrari vinnu ella faki. No expansion please, we’re Faroese.

 

Hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis

Nøkur orð um rættarmál um javnstøðu ið heldur illa er frágreitt í kringvarpinum.

Í hoyna 2006 ringdi Hans Pauli Strøm til mín at biðja meg taka við formanssessi í javnstøðunevndini. Hugsaði hetta kundi ikki vera so trupult, at telja á fingrunum kallar og konur í almennum nevndum; takkaði tí ja.

Men javnstøða eftir javnstøðulógini er so nógv annað enn at fáa javna umboðan í nevndum. Hetta við nevndum er nú bert undantak frá høvuðsregluna, at atlit ikki lógliga kunnu takast til, hvat kyn fólk eru, tá ið ræður um størv, samsýningar, skúla, barnsburð og annað.

Lógin leggur út við at siga, at mismunur má ikki gerast á kynunum, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Síðani verður hetta útgreinað fyri mong viðurskifti, serliga á arbeiðsmarknaðinum. Javnstøðulógin leggur afturat, at sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum eru heilt ella partvíst ógildigir, stríða teir ímóti lógini.

Í míni tíð eydnaðist at ávísa nøkur dømi um, at javnstøðulógin vinnur á øðrum ásetingum. Hetta er síðani staðfest í Føroya rætti í máli um pápafarloyvi. Tann dómurin var tó eftir míni fatan partvíst skeivur, og átti javnstøðunevndin tí at havt kært hann; umframt at so mong onnur ivamál enn eru óroynd.

Hvør er henda Public Service?

Kringvarpið hevur áhaldandi sagt frá máli mínum um at fáa greiðu á samsýning løgtingsmanna í foreldrafarloyvi sum frá fótbóltsdysti. “Kári tapti sakarmálið” stendur á kringvarp.fo; hetta passar inn í ta ‘konfliktologiina’ ið eyðkennir kringvarpið. Í veruleikanum var ongin illstøða, men saklig argument førd fram frá báðum pørtum. Leo Poulsen hevur í Sosiali og Rás2 greitt væl frá, at advokatarnir førdu fram ymisk væl undirbygd sjónarmið; og rætturin tók so støðu.

Rætturin tók millum annað ta støðu, at báðir partar høvdu áhuga í at fáa málið roynt. Tí skuldi hvør partur bera sín kostnað. Løgtingið hevur sostatt helst goldið munandi meir í sakarmálskostnaði enn, hvat hevði kostað at latið meg fingið fulla samsýning í tvær ferðir tvær vikur – og Løgtingið kundi havt søkt meginpartin aftur úr barsilsskipanini.

Sjálvur fekk eg kostnaðin av advokati goldnan av ríkiskassanum, tí talan var um ‘prinsippmál.’

Málið var sostatt veruligt ivamál orsakað av, at lóggáva er alt ov tilvildarlig í Føroyum.

Tí er ikki rætt, tá kringvarp.fo lýsir málið so einfalt. ‘Løgtingið brúkar reglurnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum siga pápar hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað,’ “men við ongari løn.” Hetta passar ikki. Pápar hava og fáa lønt farloyvi. Spurningurin er bara um treytir og upphæddir. Havi júst verið í slíkum farloyvi frá Fróðskaparsetrinum uttan nakran mismun.

Pápar á tingi fáa tó verri viðferð og lægri upphædd enn mammur – tað er mismunur – og eftir mínum tykki ímóti rættu tulking, tí samsýningarlógin vísir á avtalu við tænastumenn, sum má tulkast í samsvari við javnstøðulógina. Dómurin lat tó hina lógina trumfa; so vita vit tað.

Mær  hevði dámt betur, at kringvarpið brúkti høvi at greiða fólki rætt og sakliga frá støðuni. Hví ikki spyrja løgtingsformannin, um hann nú fer at skjóta upp at beina burtur mismunin? Hvat við at spyrja, hví sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum alsamt hava orðingar, sum eru ‘heilt ella partvíst ógildugar’ og ganga ímóti bæði javnstøðulóg og barsilslóg? Nýliga sá eg í týskum sjónvarpi talskvinnu fyri týska arbeiðsrættin greiða frá úrskurði um sjúkraváttan fyrsta sjúkradag – hví ikki biðja landsrættin greiða frá, hvussu fløkjan varð greidd?

Spyrji bara í hesum public service tíðum, hvørji eru virðini og styrkirnar hjá kringvarpinum? Javnstøðulógin fyllir skjótt 20 ár, men fólk kenna hana ikki, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

Fiskarættur

Fór finna mær fakligari føði – og datt á ein fiskarætt…

Mannrættindanevnd ST hevur sagt ávegis úrskurð ið sigur Ísland hava brotið javnrættisreglu í altjóða sáttmála um borgarlig rættindi.  Talan er um íslendingar – ikki útlendingar – ið hava kært málið eftir at hava roynt spurningin í íslensku rættarskipanini fyrst.  Teir hava víst á javnrættisregluna ið er at finna bæði í altjóða sáttmálanum um borgarlig rættindi og í bæði íslensku grundlógini og europeiska mannarættindasáttmálanum.  

Sum nærum altíð helt íslenski hægstirættur við stjórnini; íslenski hægstirættur er millum heimsins mest tannleysu, skrivar upp og niður stólpa um, hvat partarnir hava sagt, nær lógir eru samtyktar og so mangt framvegis, men enda altíð við at siga at tað ið tingið hevur samtykt vinnur á øllum hægri prinsippum og rættindum.  

Men Ísland følir nú av álvara at ikki er ókeypis at skriva undir altjóða sáttmálar um rættindi, tí ferð eftir ferð tapast mál í mannarættindardómstólinum europeiska – og nú í ST-mannarættindanevndini. Ísland hevur svarað úrskurðinum, at landið fer at rætta fiskifyriskipanir sínar frammi í tíð, tó at teir fiskimenn ið fingu viðhald frá ST ikki fáa nakrar skaðabøtur.

Sum skilst sigur ST-nevndin í stuttum: Skal ríkidømi ið er tjóðarogn latast einstøkum, so má antin gjald takast afturfyri ella mugu øll fólk hava sama kjans at koma uppí skipanina eftir rímiligum og greiðum treytum.  

At lata tey ið hava fiskað fáa loyvini fyri onki og at lata tey fáa vinning av víðarisølu, er bert loyvilig í avmarkaða tíð; skal skipanin samsvara við javnrættisreglu, má við tíðini farast til skipan, har antin ríkið selur ella søkjast kann um loyvi eftir treytum ið seta øll líka og ikki órímiliga taka tey framum ið hava fiskað.  Hetta er neyvt sama fatan ið sást í flaggdagsáliti grundlógararnevndarinnar, har sigur § 45(2): “Er ætlan at vinna úr tilfeingi, tá skal landið krevja gjøld ella tryggja øllum vinnurætt.”  Verður hetta endaligi ST úrskurðurin verður greitt talan um stórt trýst á Ísland bæði frá ST, øðrum ríkjum og ikki minst mannrættinda- og umhvørvisfeløgum at fáa skipanina í rættlag.

Men bundið er Ísland ikki av hesum dómi.  Fyri Føroyar er ábendingin greið, vit koma í mishald mótvegis millumtjóðaviðtøkum um ikki rættvísari fiskidagaskipan kemur í lag eftir 2017; afturímóti kann vera  í lagi fyribils at lata vera í gildi galdandi skipan ið (enn) ríkar tann ið kastar frá sær og selur ókeypis útskrivað loyvi. ST tykist góðkenna framíhjárættindi í avmarkaða tíð.  Men góð 10 ár (afturat 12 frammanundan) er trýfalt rættindi hjá tænastumanni, so ikki er vist at ST fer at líkjast júst hesa uppskriftina.   

Í øllum førum er fiskarættur góð føði.

Hvørva ella Umhvørva

Føroysku rossini eru um at hvørva. Føroyingar hava kastað hatur á tey og vilja heldur ríða á útlendskum. Landið ið eigur helvtina av allari jørð í Føroyum vil hvørki lata lendi ella pengar til rossa. At vit hava tikið undir við altjóða ásetingum um at verja djórasløg tykist bara at hava undirstrikað at føroyingar altíð kunnu vera bæði eitt ávíst og so júst tað øvugta í senn.

Vit vilja liggja í golfstreyminum men eisini loftdálka so heimurin hitnar og streymurin steðgar.

Vit vilja yvirskot í handli men eisini hava so nógv skip í vinnu at tey mugu avmarkast við døgum og kvotum og hava betri ráð at streyka enn sigla.

Vit vilja hava altjóða virkisføri men samstundis gera alt øvugt av altjóða viðtøkum.

Nær skilja vit, at vit hvørva um ikki vit byrja at umhvørva?

At vit hava latið skipini fingið ódýra olju í so mong ár hevur bert útsett pínuna at laga antin støddina á ella orkubrúkið hjá flotanum ella bæði til alsamt hækkandi og sveiggandi oljuprísir.

Landið brúkar umleið tvær ferðir so nógv til sethúsastuðul sum til hægri útbúgving og gransking. Uttan at krevja at hitapumpur, spariperur, ljóskyknur og bjálving verða nýtt at avmarka tørvin á olju. Vildi hildið, at slík krøv saman við lægri gjøldum á útgerðina kundu viga uppímóti stuðlinum ið jú ikki kemur fólki til góðar alt eftir tørvi uttan heldur fáa vit størri stuðul jú størri oyslið og harvið lánið er.

Varandi og endurnýtt orka mugu mugu gerast lyklaorð. Tá ið vit nú fara at byggja nýggjan miðnámsskúla, fróðskaparsetur og granskingarlund í Marknagili – umframt líknandi deplar á Kambsdali, í Hovi og aðrastaðni, so skal hetta vera partur av ætlanini.

Tíbetur kunnu allir góðir lutir samvirka. Við at gevast við vinnuligum tvangstankum og lata flotan minka, lata vinnuliga landbúnaðin minka, lata húsastøddir minka, kunnu vit samstundis síggja gjaldsjavnahall minka, rossavandan minka, sethúsaútreiðslur minka, útlát minka, vakstarhúsárin minka – og búskap og skúlaskap veksa.

Valið er greitt: antin umhvørva vit… ella hvørva vit

Bragdarhugur

Tá ið eg gekk í studentaskúlan*) í Hoydølum, skrivaði eg stíl við heitinum “Forðaður bragdarhugur.”

Stílurin samantvinnaði kenda ørindið um at “Brestir tók til orða – ongin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða” við virðing mína fyri sterkum kvinnum, serliga ommusystrum mínum – og harmanum um tær og teir ið verða forðaði í brøgdum.

Besta ferð mín til Danmarkar var sum seks ára gamal at gista hjá ommusystrini Astrid á Rógvi ið var granni hjá Danjali Nolsøe. Hesi bæði gjørdust ímyndin hjá mær um fólk við bragdarhugi ið vit ikki dugdu at finna rúm fyri í Føroyum.

Bæði tvey fóru av bygd í Føroyum til Danmarkar at útbúgva seg og síðani at útinna mangt eitt roysnisverkið. Hon at stovna egna føðistovu og virka sum stjóri og útbúgvari av nógvum komandi ljósmøðrum; hann sum dómari og umboð Føroya á havrættarráðstevnum og sum kveikjari fyri so mong av teimum ið síðan lósu lóg.

Slíkar fyrimyndir hjálptu at skilja, at vit kunnu vinna okkum fram innan tænastuvinnu, at skilja at vitan er vald og at tess meiri dugni okkara økist, tess meiri økist føroyskt ræði og rásarúm.

Men, tíverri, vit forða alt ov ofta bragdarhugi. Astrid kom ongantíð at stíla fyri føðideild í Føroyum. Danjal gjørdist hvørki dómari ella granskari í Føroyum.

Hvat er til ráða at taka?

Jú, tíbetur er loysnin við hond. Vit skulu bara flyta mentan okkara innan sjóútbúgving og handaliga útbúgving á landsliga og bókliga útbúgving.

Vinmaður mín ið er maskinmeistari hevur siglt um mong høv og dugir at tala ræði um fak sítt á fimm tungumálum; tí eftirspurdir eru føroyskir sjómenn, maskinmenn og skiparar um allan heim. Hví? Jú frá tí teir fystu ferð fara oman á støðna ella bedingina, læra teir skiftivíst teori og praksis, fáa skúla og siglingstíð og kunnu bæði læra á sínum egna máli og fáa alla útbúgving í sínum egna landi. Við støði í tí mysntra teir alla aðrastaðni og taka skeið og skúla víðahvar.

Til samanberingar eru vit lóglisnu bert kønir í donskum – máli sum mentan – hvussu skulu vit gerast eftirspurdir úti í verðini? Og hvussu skulu føroysk heilsurøkt, tænastuvinna, rættarskipan og umsiting gerast betri, um tann besti kunnleikin og tey bestu fólk okkara bert koma øðrum londum til góðar?

Bragdarhugur krevst – og brøgdini skulu gerast í Føroyum!

 

 

*) Viðmerkjarar ið vita at greiða frá, hví tað ikki eitur “gekk í studentaskúlanum” fáa virðisløn

Javnstøða er Vøkstur

Javnstøða er business! Kabalin gongur upp og øll vinna, um vit bara síggja høpi í hesum.

Mest sambærliga økið, Føroyingar kunnu samanberast við, er Norðlandið í Íslandi. Akureyri hevur sama fólkatal sum Havnin, og Norðurlandið á leið sama fólkatal sum er í Føroyum.

Fiskivinna og alivinna standa sterkar, men fólkatalið var farið at fjara, tí tey ungu, serliga ungar kvinnur fluttu til Reykjavíkar ella av landinum. Avbjóðingar innan gomlu vinnurnar vóru ikki nóg mikið.

At venda gongdini, og skipaðu tey lærdan háskúla, sum í fyrsta lagi var samanrenning av læraraskúla og heilsuskúla, men sum nú fevnir um so mangt annað. Nú undirvísa tey í løgfrøði, miðlafrøði, fiskivinnu og mongum øðrum.

Hetta er skúli við mongum ymsum tilboðum, ið er vorðin størsta einstaka arbeiðspláss á norðurlandinum. Fyrstu ferð eg var á skúlanum viltist eg, tí eg fór inn í granskingarbygningin ið liggur við síðurnar av sjálvum universitetinum. Har granska tey alt frá fiskivinnu og aling (Akureyri er frammaliga í toskaaling) til javnstøðu – meðan vit als ikki granska, hví t.d. ungar kvinnur flyta av landinum ella hvør lønarmunur er kynjanna millum, so sita vanliga 5-7 fólk á jafnréttisstovu og granska slíkar spurningar, og tey fáa ofta ung lesandi at hjálpa til við kanningum.

Men umframt at skúlin á Akureyri bjóðar staðbundna undirvísing, hevur hann eisini stórt úrval av fjarundirvísing, við lærda háskúlanum sum miðdepli. Fólk kunnu sita víðahvar í Íslandi og nema sær kunnleika, og koma á skúlan av og á.

Undirvísarar, granskarar, lesandi í ymsum aldri – men serlig yngri kvinnur – støðast nú nógv betur á Norðalandinum, tí nú eru bæði størv og útbúgving at fáa.

Sjálvur havi eg undivíst fleiri kvinnum sum søgdu, at var tað sum fyrr, ja so fóru tær við børnum og manni til Reykjavíkar. Sjómenn kunnu búgva allastaðni, og nógv arbeiði er at fáa, men skal familjan vera í økinum ið hon kennur seg mentunarliga tengda at so má bera til at útbúgva seg og fáa spennandi arbeiði – spennadi hjá báðum kynum og spennadi fyri fólk við ymsum útbúgvingum.

Í Føroyum er nóg mikið av arbeiðsplássum til teirra ið tíma at koyra gravkúgv og arbeiða í fiskivinnuni, og tað er eisini í fínasta lagi, men gloyma vit alt annað, fáa vit eitt skeivt kynsbýti. Stórur partur av kvinnum vilja fegnar arbeiða innan vitanarvinnur.

Vit mugu duga at síggja undirvísing sum vinnu heldur enn útreiðslu. Á hendan hátt kunnu vit kníta fleri fólk at undirvísingini, bæði sum lærarar og næmingar. Hetta hevur eisini við sær, at fólkini støðast í landinum. Vit hava eisini brúk fyri fleiri fólkum í tænastuvinnunum, har rigga tey lesandi so sera væl, tí júst tey vilja taka teir meira óhøgligu arbeiðstíðirnar. Hví skulu lesandi føroyingar sita við kassan ella manna skrivstovur niðri, tá ið vit hava brúk fyri teimum heima?

Útisetar grógva fastir í útlandinum, og mangan er undrunarvert, at so nógv hóast alt koma heimaftur. Hugsa um pedagogútbúgvingina – hóast dagstovnar og serstovnar í Føroyum rópa eftir útbúnum fólki, og áhugin at nema sær pedagogútbúgving er risasórur, so verður bara játtað til ein árligan flokk. Á Akureyri hava tey viðurkent, at pedagogútbúgvingin er universitetsútbúgving og tey pedagoglesandi fáa breiðan akademiskan førleika ið gevur høvi at velja nógv ymisk størv eftir lokna útbúgving. Vit noyða fólk av landinum ella at taka útlendskar fjarundirvísing – heldur enn at taka kappingina upp og økja tilboðið, eisini við fjarlestrarflokkum í Suðri og Norðoyggjum.

Føroyingar seta alt upp ímóti hvørjum øðrum. Vit seta betong og asfalt upp móti undirvísing og mentan. Alt verður ein kapping um pengar úr landskassanum. Fara pengar til undirvísingarendamál, verður ikki nógmikið til tunnlar, halda fólk. Lat okkum endiliga binda landið saman, og gera tunnlar og annað gott, men tað hjálpir einki uppá tann álvarsliga og grundleggjandi trupulleikan, at vit missa stóran part av okkara besta fólki. Lat okkum heldur byrja við at økja um okkara búskap sum Akureyri hevur gjørt. Skapa vit fleiri hægri útbúgvingar og harvið størri vitanarmøguleikar, so vit fáa fólk at trívast og búleikast í landinum, fáa vit betri kynsbýti… og við tíðini eisini ráð til tunnlar. Stig fyri stig.

…og líka eitt afturat, stakir uppihaldarar (oftast kvinnur) mugu fáa nógv størri stuðul fyri at hava ráð at taka av útbúgvingartilboðum í Føroyum… og tað mugu tey fáa, skulu vit varðveita hetta dýrabara tilfeingi í landinum og fáa fólkatal og búskap at vaksa.

Vitan er vinna

Í ‘science fiction’ og ævinbtýrkendum filmum verður ofta gjørt burturúr ‘paralellum universum’; hesir eru alheimar ið líkjast okkara og eru til samstundis, men kortini bróta frá og eru vanliga ógongdi fyri okkum… men so finnur onkur einar dyr ímillum.

Soleiðis kendist at koma til Íslands. Her var land ið eg ongantíð hevði lært um í skúlanum (tó at mytur á mannamunni søgdu, at land var til, har øll høvdu trý arbeiði og pengar vóru virðisleysir). Sum í Íslandi er neyvt tað sama sum í Føroyum – men sum brýtur so frá, at eg kendi meg sum komnan í aðra verð.

Í Reykjavík er øgilig fløta frá gamlari tíð sett av til Háskóla Íslands. Hann varð stovnaður í 1911 – men ikki frá byrjan, tá løgdu tey saman lógskúla, prestaskúla og læknaskúla! Munurin á hesum heimum er skelkandi. Tó at bæði londini hava dúva uppá tað ið veksur á landi ella sjógvi, so hevur annað fingið skúlavinnu harumframt.

Ikki bert eru túsundtals arbeiðspláss á Háskóla Íslands – og á hinum universitetunum, tí eru eru fleiri – men øgiligar vinnur taka seg upp úr háskúlaumhvørvinum ella við fólki útbúnum á hægri skúla. Íløgugransking er stór vinna. Fíggjarvinnan rindar líka nógv í lønum sum fiskivinna á landi.

Tvinnandi tjóðir. Báðar tala norrøn mál, báðar hava verið knýttar at golfstreymi og donskum samveldi, mentanin er sera lík og vit ‘integrerast’ sm onki hjá hvør øðrum. Munurin tykist bara vera, at ongin í Íslandi trúttar niður í ungdómin (sum mínir skúlalærarar gjørdu) at vit liva øll av fiksivinnu.

Í ‘okkara verð’ er tvangstanki, at bara toskur og blokkur skapa nakað. Ert tú ikki á sjónum ella á sjúkhúsi ið danir gjalda, so ert tú at líkna við rovfugl hægri í føðiketuni ið bert nørir seg av holdinum hjá øðrum. ‘Vit kunnu ikki liva av at klippa hvørjum øðrum’ sigur vanligasta føroyska orðafellið.

Í ‘teirra verð’ vita tey tíbetur, at øll vinna ið onnur vilja gjalda fyri er egna at liva av. At granska, undivísa, mála, sniðgeva, fíggja, tryggja, virðismeta, útvarpa – er eins bæði at fiska og at klippa – at vinna, at skapa vælferð og tilfeingi. ‘Hann hevur ikki verið á børsinum’ verður sagt um óroyndan ella ólisnan ungling.

Ævintýrkendu filmarnir enda aloftast við at høvuðspersónur sleppur aftur í sína egnu verð og harvið endar søgan. Men viðhvørt fæst onkur lutur ella onkur roynsla til nyttu.

Skuldi eg tikið eittans grip við úr íslendska paralelluniversinum – var tað sannroyndin, at vitan er vinna.