Forseti

Forseti er virksemi hjá mær ið ikki hoyrir undir størv ella ítrív.

Forseti er uppkalling eftir Forseta í forðum. Eins og Óðin, Tórur, Bragi og Frigg var Forseti ímynd av eiginleikum ið norðbúgvar hámettu og nevndu goð.

Forseti var sagdur at vera frægastur av ásum at døma; allir fóru sættir frá honum.

Forseti er soleiðis ímyndin av tí at duga á at skyna og døma um – og er íblástur og mál fyri ráð og skeið míni ið skulu vera væl umhugsaði og koma væl til sættis.

Góðar stundir eru ikki at fáast við so nógv, men stundum átaki eg mær at orða lógir og reglur, bøta um tekstir ella halda skeið ella fyrilestrar.

Gjald verður kravt fyri slíkt virksemi ið ikki kemur undir fasta starv mítt á Fróðskaparsetrinum ella álítisstarvi í Fasta Gerðarrætti ella egin ítrív.

Í vetur verða ætlandi nøkur skeið framd ið Løgfrøðivirkið Login skipar fyri. Evni verða praktiskar løgfrøðiligar avbjóðingar eittnú í búnaðarlóg.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>