Hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis

Nøkur orð um rættarmál um javnstøðu ið heldur illa er frágreitt í kringvarpinum.

Í hoyna 2006 ringdi Hans Pauli Strøm til mín at biðja meg taka við formanssessi í javnstøðunevndini. Hugsaði hetta kundi ikki vera so trupult, at telja á fingrunum kallar og konur í almennum nevndum; takkaði tí ja.

Men javnstøða eftir javnstøðulógini er so nógv annað enn at fáa javna umboðan í nevndum. Hetta við nevndum er nú bert undantak frá høvuðsregluna, at atlit ikki lógliga kunnu takast til, hvat kyn fólk eru, tá ið ræður um størv, samsýningar, skúla, barnsburð og annað.

Lógin leggur út við at siga, at mismunur má ikki gerast á kynunum, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Síðani verður hetta útgreinað fyri mong viðurskifti, serliga á arbeiðsmarknaðinum. Javnstøðulógin leggur afturat, at sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum eru heilt ella partvíst ógildigir, stríða teir ímóti lógini.

Í míni tíð eydnaðist at ávísa nøkur dømi um, at javnstøðulógin vinnur á øðrum ásetingum. Hetta er síðani staðfest í Føroya rætti í máli um pápafarloyvi. Tann dómurin var tó eftir míni fatan partvíst skeivur, og átti javnstøðunevndin tí at havt kært hann; umframt at so mong onnur ivamál enn eru óroynd.

Hvør er henda Public Service?

Kringvarpið hevur áhaldandi sagt frá máli mínum um at fáa greiðu á samsýning løgtingsmanna í foreldrafarloyvi sum frá fótbóltsdysti. “Kári tapti sakarmálið” stendur á kringvarp.fo; hetta passar inn í ta ‘konfliktologiina’ ið eyðkennir kringvarpið. Í veruleikanum var ongin illstøða, men saklig argument førd fram frá báðum pørtum. Leo Poulsen hevur í Sosiali og Rás2 greitt væl frá, at advokatarnir førdu fram ymisk væl undirbygd sjónarmið; og rætturin tók so støðu.

Rætturin tók millum annað ta støðu, at báðir partar høvdu áhuga í at fáa málið roynt. Tí skuldi hvør partur bera sín kostnað. Løgtingið hevur sostatt helst goldið munandi meir í sakarmálskostnaði enn, hvat hevði kostað at latið meg fingið fulla samsýning í tvær ferðir tvær vikur – og Løgtingið kundi havt søkt meginpartin aftur úr barsilsskipanini.

Sjálvur fekk eg kostnaðin av advokati goldnan av ríkiskassanum, tí talan var um ‘prinsippmál.’

Málið var sostatt veruligt ivamál orsakað av, at lóggáva er alt ov tilvildarlig í Føroyum.

Tí er ikki rætt, tá kringvarp.fo lýsir málið so einfalt. ‘Løgtingið brúkar reglurnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum siga pápar hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað,’ “men við ongari løn.” Hetta passar ikki. Pápar hava og fáa lønt farloyvi. Spurningurin er bara um treytir og upphæddir. Havi júst verið í slíkum farloyvi frá Fróðskaparsetrinum uttan nakran mismun.

Pápar á tingi fáa tó verri viðferð og lægri upphædd enn mammur – tað er mismunur – og eftir mínum tykki ímóti rættu tulking, tí samsýningarlógin vísir á avtalu við tænastumenn, sum má tulkast í samsvari við javnstøðulógina. Dómurin lat tó hina lógina trumfa; so vita vit tað.

Mær  hevði dámt betur, at kringvarpið brúkti høvi at greiða fólki rætt og sakliga frá støðuni. Hví ikki spyrja løgtingsformannin, um hann nú fer at skjóta upp at beina burtur mismunin? Hvat við at spyrja, hví sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum alsamt hava orðingar, sum eru ‘heilt ella partvíst ógildugar’ og ganga ímóti bæði javnstøðulóg og barsilslóg? Nýliga sá eg í týskum sjónvarpi talskvinnu fyri týska arbeiðsrættin greiða frá úrskurði um sjúkraváttan fyrsta sjúkradag – hví ikki biðja landsrættin greiða frá, hvussu fløkjan varð greidd?

Spyrji bara í hesum public service tíðum, hvørji eru virðini og styrkirnar hjá kringvarpinum? Javnstøðulógin fyllir skjótt 20 ár, men fólk kenna hana ikki, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>