At stjórna kanning

 (Sosialurin prentaði hesa tíðargrein 29. august 2014)

-          Kári á Rógvi, professari í løgfrøði

Nú nærkast tíðin við seyðasýningum, tá sýnsmenn av øðrum plássum koma at sýna seyðin í bygdini. Í hesum døgum koma eisini sýnsmenn at kanna málið um tunnil undir Tangafjørð.Vit mugu seta álit á, at gløgt er gestsins eyga. Kanningarstjóri er fyrrverandi umboðsmaður hjá Fólkatinginum. Tað starvið er í veruleikanum at vera umboð hjá donsku stjórnarskipanini, at kanna eftir hvussu fyrisitingin heldur meginreglur í stýrisskipan og fyrisitingarlóg. Í so máta er sýnsmaðurin væl valdur.

Niðanfyri skal eg tó loyva mær at koma við nøkrum ábendingum og áheitanum kanningini viðvíkjandi. Fyrst um setning, síðani um skipan av kanningini.

Løgfrøði – rein og veruleikafjar

Allarfyrst tó nakað um løgfrøði. Vit eru tíverri plágaði av, at løgfrøði í síni tíð gjørdist “reinsað” – løgfrøðingar vildu sleppa undan øllum órógvi av at práta um rangt og rætt (og serliga rættvísi), nú skuldi jura handla um vísindaliga at finna galdandi rætt við denti á §’ir ið áseta revsing. Fáa staðni gjørdis løgfrøðin meiri klinisk og formalistisk enn um okkara leiðir. At vera løgfrøðingur eftir hesi reinsaðu fatanini merkir at kanna, um onkur við stórari vissu kann revsast – alt annað er uttanfyri hvat juristurin fæst við.

Hetta sæst aftur í stýrisskipanarlógini og umsitingini av henni. Landsstýrismálanevndin var sett at ansa eftir, um løgmaður og landsstýrismenn sita við málsøkjum á lógligan og fullgóðan hátt, og fyri tað mesta hava kanningar hennara staðfest, at revsing ikki kundi áleggjast – og at onki annað var vert at skriva heim um. Høvuðsmaðurin aftanfyri stýrisskipanarlógina kallaði frágreiðing sína til løgmans fyri “óvissa forsøgn um úrslitið” av hugsaðum rættarmáli. Hann kom til, at lítið sannlíkt var, at nevningating hevði dømt landsstýrissmannin fyri at vera farin útum heimildir sínar. Onki um, hvat lógin áleggur landsstýrismanni og fyristing hansara at gera, onki av rósi, ábreiðslum ella tilmælum, bert henda reinsaða (fyri ikki at siga piðaða ella gelda) løgfrøðin: ‘ikki vist at nakar verður dømdur.’

Henda royndin at reinsa løgfrøðina hevur eisini gjørt hana veruleikafjara. Hon svarar til, at í líknilsinum um miskunsama samariubúgvan søgdu vit, at einasta at staðfesta er, at ongin av teimum ið sóu tann misfarna liggja beinbrotnan við vegin gjørdi nakað ‘ið nevningating við vissu hevði dømt teir fyri.’ Ikki ber til at rósa samariubúgvanum fyri rættan og góðan atburð, ikki ber til at harta hinar ið lótu mannin liggja. Serliga mugu vit ikki tosa um skyldur ella rættvísi, tí slíkt órógvar onkursvegna løgfrøðiliga arbeiðsháttarlagið.

Setningurin

Landsstýrismálanvendin líður undir at fáa ráðgeving av hesum slagi. Nevndin kundi kanna málið um tunnilin og sagt okkum, hvat vit kunnu læra av tí, hvussu fyrisitið skal vera í slíkum førum og gjørt okkum greið tilmæli fyri framtíðina. Serliga hjá framtíðar løgfrøðingum og øðrum embætisfólki og ráðgevum var gull vert at fingið hesa søguna útlagda, so vit vistu hvør bar seg fyrimyndarliga at, og hvør ikki. At leita eftir ‘vissu fyri revsing’ er sum at siga, at líknilsi um samarittin handlar um at búrkroppar ikki mugu sláa fólk og stjala frá teimum. Í seyðasýning er hetta sum bert at vraka summar brundir og als ikki geva premiur.

Denturin í spurningunum hjá landsstýrismálanevndini er á, um ávísur landsstýrismaður “hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins.” Harvið gerst kanningin ov smøl og ov nógv merkt av próvbyrðuspurningum. Tulking av heimildum og útgreinan av skyldum verður ávirkað av, at ivin skal koma tí skuldsetta til góðar, tá spurningurin er ‘skal hesin í geglið?’ Nevndin minnir um hin ið spurdi “doyði so ongin?” – skal ongin inn at sita, so er tað “ein ring søga.”

Betri var at víðka setningin at spurt: ‘Kann kanningstjórin útgreina, hvørjar heimildir, skyldur og meginreglur um góða fyrisiting vóru viðkomandi í málinum at tunnil undir Tangafjørð, og ber til at gera tilmæli um lógarsmíð, fyrisiting og eftirlit fyri framtíðina?

Síðani skuldi verið lagt afturat, at var nakað at finnast at, skuldi kanningarstjórin sagt, hvørt grundarlag fyri at reisa mál um ábyrgd ella skaðabøtur. Løgnasta avleiðingin av hesum avmarkandi spurningunum er, at tvey hugsandi brot á galdandi lóg – at break-fee faktiskt er goldið, og at fyrisitingin í so kreativt fann orsøkir at nokta innliti – als ikki eru fevnd av setninginum – heldur ikki niðurbræðingin av føroyska løgmálaráðnum.

Skipan

Grundleggjandi virði í skipan okkara eru almenni og innlit. Gamla Løgtingið helt fundir sínar uttandura, har alt fólkið kundi møta og fylgja við. Ríkisgrundlógin sigur, at í rættargangi skal galda “offentlighed og mundtlighed i videst muligt omfang”; stýrisskipanin sigur, at sjónvarp og útvarp hava “frítt at senda beinleiðis” frá løgtingsfundum, og vit hava lóg um bæði partsinnlit og alment innlit. Í stjórnarskipanararbeiðnum var skotið upp at gera nevndarfundir á tingi almennar. Hesum fanst tann formalistiska løgfrøðin sjálvandi at, men nú eisini danir hava fingið sjónvarpaði samráð, átti at borið til at ‘sett í gildi’ ásetingar um tað sama.

Mest upplagda var at brúkt stóra nevndarhølið á aðru hædd í Løgtinginum. Har hevði verið pláss fyri kanningarstjóra og fólkum hansara, teimum kannaðu og hjásitum eins væl og øllum áhugaðum. Á Fróðskaparsetrinum lesa 40 fólk løgfrøði, umframt at mong onnur lesa ella virka á økjum, sum kundu havt nyttu av at sæð kanningina framda. Men at brúka høli við 10 plássum er sum setningurin alt ov trongt. At banda allar frágreiðingar, men ikki at stroyma tær og ikki at leggja tær fremst á heimasíðuna hjá Løgtinginum og ikki senda tær í Tingvarpinum er eisini í stríð við hesi grundleggjandi demokratisku virðini. Hartil kemur, at nyttan fyri pengarrnar verður nógv minni.

Tí í løgfrøði eru altíð grundgevingarnar og faktum meiri týðandi enn niðurstøðan. Samanber við Leveson kanningina í Bretlandi. Tann kanningin sæst á netinum – á youtube (ella levesoninquiry.org.uk) sært tú eittnú Tony Blair greiða frá viðurskiftum sínum við miðlarnar hjá Murdoch – kropsmál, rødd, alt er við, sum gevur innlit í, hvussu bretska ríkisstjórnin arbeiddi. Niðurstøðurnar í kanningini hjá Leveson ganga eisini mest uppá framtíðina, hvussu tey sleppa undan at miðlar og myndugleikar fremja lógarbrot. Um hesin ella hasin av røttum skal revsast fyri at hava mutrað løgregluna ella stolið fartelefonir, er minni áhugavert (og tað letur Leveson løgregluna kanna), altýðandi er at betra um skipanina fyri framtíðina við at staðfesta, hvat skuldi og hvat ikki skuldi verið gjørt í fortíðini. Ja, fíggjarkorini eru trengri hjá okkum, men nøkur web cam og at leggja skjøl á heimasíðu kosta ikki tað stóra.

Júst trongi setningurin sást longu fyrsta dagin í kanningini hjá Gammeltoft-Hansen. Spurdur um notatskyldu og innlit segði løgfrøðingurin hjá løgmanni seg ikki vita um víðkaðu skylduna at notera sambært venju hjá umboðsmanninum. Tá so embætismaðurin segði við Gammeltoft-Hansen, at kanningn ikki var um góðan fyrisitingarsið á økinum, mátti kanningstjórin siga, at “forudsætningsvis” mátti hann kanna skyldurnar hjá landsstýrismanninum, eisini skyldurnar hjá innlendismálaráðnum at skalfesta og lata innlit í tunnilsmálið, fyri at kunna siga, um hann hevði hildið tær. Tíbetur tambar kanningarstjórin setningin, men tað vísir bara, hvussu óneyðuga trongur setningurin er.

Slíkar eygleiðingar bera bert til, um vit sleppa at síggja kanningartilfarið heldur enn bert at bíða eftir niðurstøðum. Kringvarpið gjørdi heldur ikki fólkinum nakra public service við at fáa ein av hesum sonevndu viðmerkjarunum at krevja løgmann avhoyrdan (fyri ikki at siga avrættaðan) í skundi, tí tann eini embætismaðurin (sum hevur staðið fyri at fingið hugstkotini til CIP-loysnirnar og annars stendur aftanfyri føroyska svarið uppá Tvind-lógina) ikki kundi hugsast at siga ósatt, tí hann var “í veruleikanum departementchefur.”

Vit hava brúk fyri at fáa øll kortini á borðið. Okkum tørvar at spyrja kanningarstjóran, um hann ikki kann mæla til víðkaðan setning og geva okkum eina breiðari eftirmeting av allari umsitingini av málinum – gløgt er jú gestsin eyga – við denti á tilmæli um betri og rættvisari mannagongdir í framtíðini. Sýnsmenn skulu ikki bert vraka, teir skulu eisini greiða frá og geva premiru. Hesin sýnsmaðurin má siga okkum, ikki bert um nakar skal steinast (sjáldan nøkur nytta í tí), men heldur siga søguna um tann góða fyrisitaran í hesum høpi.

2 thoughts on “At stjórna kanning

  1. Fín grein, sum uttan ivan, hevði verið uppaftur betur, um tú ikki langaði so harðliga út eftir løgfrøðiligu positivistunum.

    Bara tí at endamálið er at vita um nakað revsivert er fari fram, í mun til at vita um nakað kundi veirð betur, er ikki eitt í sær sjálvum verri endamál, tað er bara eitt annað endamál :)

    Vh

    Anna

    • Góða Anna,
      Hasi endamálini bera væl til í senn, men ongin hevði brúkt alla prædikuna uppá at staðfesta ránsmenninar revsiverdar. Fakliga avbjóðingin liggur á markinum millum tað góða og tað ringa, ikki millum tað ringa og tað revsiverda.
      Ætlanin er als ikki at finnast at positivistum, heldur pre-Hart formalistum, sum ikki eru komnir til rule of recognition og onnur løgfrøðilig menningarstig. Gammeltoft-Hansen hevur stóra virðing fyri Alf Ross, men samstundis hevur hann ment nakað sum ‘god forvaltningsskik’ ið er lóg rættiliga óheft av bæði positivum ásetingum og revsing.
      Bæði Noreg og Svøríki hava grundlógir í positivistiskari traditión við týttum broytingum og lítið av siðvenju, men tey megna kortini at hava sera framkomnar, nuanseraðar og reflekteraðar skipanir.
      Trupulleikin hjá okkum er, at vit taka orðingar úr Danmark, har stórt sæð hvør einasta týðandi grundlógaráseting má skiljast út frá siðvenju, og halda at vit (í mun til danir) kunnu taka tær allar bókstaviliga. So enda vit við hesum – einans denti á revsing, á absoluttum ja/nei vali heldur enn at síggja allan stigan (sum millum annað sæst í tí sum dómarar og umboðsmenn mugu leggja afturat, tá ið ongin lóggevur positivt).
      Hetta er bert at kanna, hvør fær 00 ella -2 heldur enn at brúka allan skalan.
      Tíbetur vísti fyrsti dagurin í kanningini, at kanningarstjórin ‘forútsetningsvís’ fer víðari og eisini at hann brúkar case-law hjá umboðsmanninum afturat §’unum.
      So, nei, talan er ikki um alternativ endamál, talan er um at redusera endamálið við at skera tað mest áhugaverda burtur.
      KáR

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>