Innlit og fólkaræði á breddan

Høvi var at siga fólki nakað um innlit á fyrilestrarfundi ið fakfeløg og ungmannafeløg skipaðu fyri. Hallbera West greiddi frá um fólkaræði, mín lutur var at tosa um innlit og heimildir í tunnilsmálinum.

Tiltakið er umrøtt á heimasíðu starvsmannafelagsins.

Tiltakið er eisini umrøtt á setursheimasíðuni.

Fyrilesturin mín æt Meðan vit bíða eftir innliti… – glærurnar fást her: Meðan vit bíða eftir innliti….

Soleiðis tók Dánjal Højgaard samanum fyrilestur mín:

Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði helt fyrilestur um alment innlit og um týdningin av, at almenningurin fær innlit í grundalagið, tá ið landsins myndugleikar taka avgerðir.
Hann greiddi frá reglunum um alment innlit og segði, at alment innlit eru grundleggjandi fólkaræðilig rættindi. Innlit er fyrndargomul grundregla, og vanlig treyt fyri at reglur og lógir hava gildi er at tey eru almannakunngjørd.
Kári á Rógvi setti spurnartekn við um Innlendismálaráðið hevði heimild at nokta almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og danska pensjónsfelagið. Hann eftirlýsti størri trúskap í fyrisitingini mótvegis opinleika og gjøgnumskygni og segði seg vóna, at umbøninar um innlit verða royndar hjá løgtingsins um boðsmanni.
Kári á Rógvi helt eisini, at løgtingsfólk áttu ikki latið set bunda niður av tagnarskyldu. Hann ráddi tingfólkunum til at taka av tilboðnum um at lesa sáttmálan, men síðani at endurgeva innihaldið av tingsins røðarapalli. Við hesum sipaði hann til, at tingfólk hava víðkað talufrælsi og kunnu ikki rættarsøkjast fyri tað, tey siga á tingsins røðarapalli, uttan við tingsins samtykki.

 

One thought on “Innlit og fólkaræði á breddan

  1. Her eru tveir mátar at søkja innlit í málinum.

    Løgmaður og Løgmansskrivstovuni – info@tinganes.fo; marjunh@tinganes.fo

    Áheitan um alment innlit.

    Heitt verður á løgmann og løgmansskrivstovu um sum skjótast at senda mær avrit av sáttmála við felagið CIP um tunnil, sum orðaður var við tilvísing til lóg nr. 53/2010 um undirsjóvartunnil.

    Nú løgmaður røkir embætið sum innlendismálaráðharri hevur hann eftir lóg um innlit “skjalið undir hond,” tí hvílir henda skylda nú á løgmanni persónliga.
    Biðið verður um skjalainnlitið sum teldutøkt skjal, so ikki er neyðugt hjá tykkum at kopiera á pappír og krevja gjald fyri tað.

    Mint verður á, at sambært tykkara egna uppskoti, sum liggur í Løgtinginum, men ikki er samtykt, er neyðugt við lógarheimild at undantaka sáttmálan frá innliti. Men henda heimild er ikki í lógini um innlit ella í nakrari aðrari lóg. Tit kunnu heldur ikki skapa tykkum nakra heimild við stempli ella avtalu um at alment skjal skal vera “í trúnaði.”

    Skuldu einstakir upplýsingar verið neyðugir at hildið aftur, eiga tit at kunna meg við restina av innihaldinum í skjalinum.

    Eftir lógini um innlit hava tit skyldu at veita mær skjalainnlit “sum skjótast”, og tá ið ongin ivi er um, hvønn sáttmála talan er um, eigur hetta bert at taka tykkum eina lítla løtu við at svara hesum telduposti og hjáleggja sáttmálan sum teldutøkt skjal.

    Vh,

    Kári á Rógvi lektari

    Innlendismálaráðið – imr@imr.fo

    Áheitan um alment innlit.

    Heitt verður á Innlendismálaráðið um sum skjótast at senda mær avrit av sáttmála við felagið CIP um tunnil, sum orðaður var við tilvísing til lóg nr. 53/2010 um undirsjóvartunnil.

    Biðið verður um skjalainnlitið sum teldutøkt skjal, so ikki er neyðugt hjá tykkum at kopiera á pappír og krevja gjald fyri tað.

    Mint verður á, at sambært tykkara egna uppskoti, sum liggur í Løgtinginum, men ikki er samtykt, er neyðugt við lógarheimild at undantaka sáttmálan frá innliti. Men henda heimild er ikki í lógini um innlit ella í nakrari aðrari lóg. Tit kunnu heldur ikki skapa tykkum nakra heimild við stempli ella avtalu um at alment skjal skal vera “í trúnaði.”

    Skuldu einstakir upplýsingar verið neyðugir at hildið aftur, eiga tit at kunna meg við restina av innihaldinum í skjalinum.

    Eftir lógini um innlit hava tit skyldu at veita mær skjalainnlit “sum skjótast”, og tá ið ongin ivi er um, hvønn sáttmála talan er um, eigur hetta bert at taka tykkum eina lítla løtu við at svara hesum telduposti og hjáleggja sáttmálan sum teldutøkt skjal.

    Vh,

    Kári á Rógvi lektari

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>