West-Nordic Constitutional Judicial Review út av nýggjum

DJØF gevur út dagførdu ritgerð mína

Vardi doktorsritgerð mína á Háskóla Íslands í 2009. Tá kom ritgerðin út í fyribils útgávu á forlagnum hjá universitetinum.
DJØF gevur út dagførda ritgerð hjá Kára á Rógvi

Síðani hevur DJØF, forlagið hjá donskum búskapar- og løgfrøðingum, vís bókini áhuga og hevur heitt á meg um at dagføra hana.

Fekk í 2012 stipendium at vitja gamla kleystrið San Cataldo á Amalfistrondini í Italia, og fór har undir at ritstjórna bókina av nýggjum. Seinasta árið er nógv granskingartíð farin til hesa verkætlan, sum nú hevur borið frukt.

Dagførda og endurskoðaða bókin er prentað og kann bíleggjast frá forlagnum. Bókin er 364 síður, og er perman prýdd við tekning eftir abban, Eyvind Dalsgaard.

DJØF (sí leinkið)

Á permumyndini síggjast nøkur gomul portur ið leiða tankarnar á tær forðingar og fortreytir í samband við grundlógarroynd, sum bókin viðgerð.

Bókin mennir háttalag at kanna fortreytir og eyðkenni fyri grundlógarroynd, hvussu dómstólar og aðrir óheftir trætustovnar taka støðu til, hvørt lægri lóg er í samsvari við hægri. Nógv venja verður umrødd og hugt verður at 100-tals úrskurðum úr mongum ymsum londum og løgdømum.

Síðani verður hetta háttalagið brúkt at kanna nærri grundlógarroynd og løgfrøðiligar grundgevingar í norðanlondum søguliga og nútíðarliga. Besta myndin av rættarstøðuni fæst við at fata lógtekst og venju sum part av somu heild.

Serligur dentur verður lagdur á at sýna, hvønn týdning samveldisstøður hava, har bókin vísir á bæði Europeiska Samveldi, men eisini Europeiska Mannrættindasáttmálan sum skipanir av samveldiskendum slagi, har tær hægru lógirnar viga tyngri í teimum óheftu dómstólunum – allarhægsturættunum í Luksemborg og Strassburg – og seta til viks ella broyta lógir samtyktar á tjóðartingi.

Víst verður á, at tær vesturnorrønu løgfrøðiútbúgvingarnar høvdu ikki fyrireikað fólk til, hvat fór at henda við at taka undir við ES og EMRS, at tinglógir fóru at verða mýktar og at teir altjóða sáttmálarnir fóru at fáa alsamt ment innihald, vaksa og broytast í tulking.

Men eisini við at hyggja at søguni, teimum elstu norsku, donsku og íslendsku dómunum, sæst hvussu dynamisk ella mennandi tulking hevur verið partur av norðurlendskari jura, uttan at fakliga umhvørvið hevur vilja givið tí stórvegis ans. Tulkingin av grundlógum á okkara leiðum hevur tó mangan, serliga um miðju 20. øld, verið avmarkandi og hevur burturforklára ásetingar í grundlóg og altjóða sáttmálum.

Rákið í løtuni gongur tó týðiliga ímóti størri denti á rættindi og meginreglur, sum vilja brýna ella enntá seta til viks tinglógir gjørdar óumhugsaðar ella kanska við vilja í stríð við samtyktar hægri meginreglur.

Forðingarnar fyri nøktandi ráðgeving, sum bókin vísir á, er hvussu løgfrøðingar mangan ikki vilja taka til sín nýggjar samtyktir ella ikki duga á at skyna lóg sum kemur fram í mennandi tulking.

Lóg,serliga grundlóg og rættindalóg, er broytilig; og bókin veitir innlit í, hvussu lóg skal grundlógarroynd best skal eygleiðast.

Sama háttalagið við denti á at eygleiða mennandi tulking av lóg í úrskurðum er brúkt í bókini um føroyskan arbeiðsrætt og verður væntandi týðandi táttur í granskingini frameftir.

http://www.djoef-forlag.dk/da/boeger/w/west-nordic-constitutional-judicial-review

Bókin er umrødd á setursheimasíðuni

Bókin fæst frá HNJ Bókhandli

Bókin fæst frá Amazon

Rit og rák selja eisini bókina

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>