Setrið við í lærubók um póllóg

Norðurlandaráðið hevur nú givið út aðru útgávu av Polar Law Text Book.
Setrið við í lærubók um póllóg

Natalia Loukacheva hevur ritstjórnað. Hon er úr Russlandi men hevur starvast í Canada og á Akureyri í Íslandi. Á Akureyri skipaði hon fyri master í polar law og árligu ráðstevnuni og árbókini um póllóg.

Kári á Rógvi hevur undirvíst á nevndu útbúgving og lagt fram á ráðstevnu og árbók saman við Bárði Larsen.

Í nýggju útgávuni hevur Kári skrivað kapittul um føroyska stjórn og fyrisiting – Faroese Governance – við denti á løgsøgu, tilfeingislóg, rættarskipan, fyrisiting og stjórnarlóg.

Tankin við lærubókini er at geva lesandi høvi at gera samanberingar, hyggja at teimum ymsu londunum norðast á klótuni. Hugt verður eftir tvørgangandi evnum sum menning, verju, trygd á sjónum, veðurlagsbroytingum, undirgrund, lívfrøði og orku, umframt at serliga áhugaverdum økjum sum Føroyum, Samalondum, Nunavut og Grønlandi.

Lærubókin er at fáa til keyps í prentaðum líki, men kann eisini takast niður ókeypis av heimasíðu norðurlandaráðsins.

Samband

Kári á Rógvi

Tilflytaralóg

Nøkur orð í essayformi um føroyska stjórn, lóg og fyrisiting tá ið ræður um at fáa útlendingar at flyta til Føroya at arbeiða ella búgva.

Føroysk tilflytaralóg er tíverri er merkt av loysnum ið eru óegnaðar populistiskar royndir at loysa trupulleikar, sum vit als ikki hava.

Greinin er partur av greinasavninum Exit Føroyar.

Greinin er millum umrødd í morgunsendingini hjá útvarpinum (umleið 6:34 inni í sendingini).

Rás 2 og sjónvarpstíðindini hava eisini viðgjørt málið.

Nøkur brot úr greinini:

‘Let’s set the scene’

Vit kenna øll støðuna. Vit koma á gátt í onkrum føroyskum heimi á bygd nakað út á kvøldið. Húsfólkið situr í rúmligu stovuni ið er alloðin í familjumyndum og urtapottum. Tey fáa sær kaffi, øll eygu eru vend móti sjónvarpinum, sum eftir tað lítla korterið av endursendingum á Kringvarpinum aftur er sett á TV2 News, ella kanska er onkur kapping um at syngja ella tvassa okkurt á onkrari av hinum donsku kanalunum. Fært tú kortini ávíst prát í lag við húsfólkið er ikki frítt, at tey harmast um, at bygdin minkar, men “tað ber ikki til hjá okkum øllum at vera prestar ella professarar.” Tey hava sligið seg til táls við, at nøkur av børnunum mugu fara niður, onnur til Havnar. “Men vissi nú nýggjustovumenninir fingu fatur á eini makrelkvotu ella kanska einum pari?” Ja, so bleiv kanska so frægt av arbeiði, at matmóðirin í húsinum aftur fekk lønandi starv. Gamli hevur verið so ringur í rygginum, hjá honum er lítið at gera. Rættiliga avgjørd gerast tey ikki, uttan so prátið fellur á tilflytarar. Øgiligur vandi er í øllum hesum fólkunum ballaðum í turrikløð, sum bara vilja hava pengar frá danskarunum og avla børn uttan nakað hógv. Tey hopa, at Pia, Lars, Helle og hini á Christiansborg, sum tey eru uppá fornavn við, fara at gera nakað við hetta.

Soleiðis er støðan. Føroyingar eru fangaðir í lagnutrúgv uppá fruminntøkur (ið eru fiskur og blokkur). Størv hjá lærdum fólki eru sum prestastørvini góð at fáa, men tey framleiða onki, ið kemur til høldar í hesi verðini sum føroyingar liva í. Tí er onki annað enn at satsa í hesum ‘zero-sum game,’  sum handlar um, hvør fær tann fiskin ið er at fáa, og hvør fær tann blokkin ið er at fáa. Fráflyting er bara neyðuga fylgjan av, at fiskur ella blokkur mangla, ella at fólk gerast praktiskt avlamin ígjøgnum óviðkomandi útbúgving.

Samstundis hava føroyingar tikið til sín populismu úr donskum stórbýarpolitikki. Hóast vit hava áleið tríggjar muslimar í Føroyum, sum allir gera góðan mat, so eru føroyingar øgiliga ræddir fyri tí, sum fólkavaldur nevndi “berføttum dadluetandi jihadistum.” Øll duga søgur um óforstáiligar taxasjafførar, íbúðir fyltar av fremmandum ella aðrar ræðuleikar úr hesi verðini, sum fjarsýnið ber tey í hvørt kvøld.

Í útvarpssending um útlendingastovuni fyri ári síðani var sagt, at tóat føroyska lóggávan var eldri, veikari og linari enn í grannalondunum, so bar til at vissa fólk um, vit í venju skuldu halda okkum líka strong sum hini – Føroyar gjørdust ikki nøkur inngongd til norðurlanda við frælsari útlendingalóg! – Nei… so hyggin ella heppin verða vit ikki; føroyingar kunnu framvegis sita tryggir við hálvhosunum uppi á stovuborðinum, kaffi og Cadbury … og nikka at øllum teimum, sum í fjarsýninum til fánýtis royna at bjarga føroyingum undan trupulleikum ið teir ikki hava.

Snøgt sagt

Hetta hevur havt stóru ávirkan sína á føroyska tilflytaralóg, sum tíverri er merkt av loysnum ið eru óegnaðar populistiskar royndir at loysa trupulleikar, sum vit als ikki hava.

Misfatan býr undir

Týðandi er at staðfesta, at øll hesi sjónarmið um mentunarligar og búskaparligar avleiðingar av tilflyting og um búskap sum grundaðan á fruminntøkur eru skeiv, tí fyrra er grundað á hetta vælkenda, at okkara politiska dagsskrá er innflutt og sett grundað á viðurskifti ið ikki eru okkara, meðan seinna stutt og greitt er skeivt og dømi um óhaldbara búskaparfrøðiliga hugsan; tí gerast loysnirnar í lóggávu og umsiting so óhepnar, tí tær til fánýtis royna at loysa vandamál ið ikki eru til.

Vanligasta misfatanin er á enskum nevnd ‘the lump of labour fallacy.’ Misfatanin at bert ávís nøgd av arbeiði er til, og fær ein annar starv so fái eg ikki. Hetta er partur av zero-sum misfatanini sum nevnd var í áðni. At hon er skeiv sæst best av, at amerikanski búskapurin eftir tíggjutals millióna tilflytan framvegis finnur næstan øllum størv; enntá eru mangar milliónir av sera arbeiðssomum fólkum ólógliga í USA og halda týðandi vinnum gangandi við ídni og strevi. Ja, arbeiðsloysi er í USA, men av øðrum orsøkum, og tað gjørdist bert verri, um t.d. øll av norskari ætt fluttu aftur til Noregs at ‘geva pláss.’ Tann við lítlari ella óviðkomandi útbúgving hevði framvegis sitið arbeiðsleysur í USA, og Noreg hevði fingið ein goysandi vøkstur í framleiðslu og vælferð sum ongin nøgd av olju, fiski ella øðrum ikki-menniskjansligum tilfeingi kann geva. Veruleikin er, at hvør einasti sum ‘tekur’ sær starv samstundis eftirspyr somikið av vørum og tænastum, at hann eftirspyr nóg mikið til, at brúk er fyri øðrum – hann bæði tekur og skapar eitt starv. Í New York búgva tey bókstaviliga omaná hvørjum øðrum, uttan nakran skugga av frumframleiðslu av land-, sjó- ella havbúnaði ella blokki, og túsundtals fólk mugu koyra inn í býin hvønn dag at manna øll størvini.

Vit hava tíverri dapra forsøgu at halda fólkavøkstri aftur

Hvussu virkar henda misfatan so? Jú, í gomlum døgum avmarkaðu vit í lóggávu serliga giftingarmøguleikunum. Tá ið ikki var hugsandi at liva saman ógiftur, vóru treytir fyri giftu sera effektivar at forða bæði tilflytarum eins og nøring hjá fátækrafólki ella øðrum óynsktum. Tá ið føroyingar regluliga mála tunnur sum piparbússur og arga onkran, t.d. “Heri pipar, 8. oktober !!!”  so sipar hetta til danska lóg, ið avmarkaði møguleikarnar hjá týskum handilsmonnum at seta seg niður í Keypmannahavn, teir skuldu ikki giftast, vera eldri enn 30 ár og lata kongi heilt kilo av pipari í avgjaldi. Piparsveinar eru skerdir tilflytarar. Dupult ironiskt, at ein keypmanna havn helt keypmonnum burturi, og at eitt fánandi oyggjafólk ið hungrar eftir tilflytan virðir minnið um mismun móti tilflytarum.

Her heima var sonevnda trælalógin nýtt at forða giftu. Fólk skuldu prógva, at tey høvdu inntøkugrundarlag, helst sita við hálvari mørk í jørð – harvið vóru bert pláss fyri áleið 10-20 húsarhaldum í miðal føroyskari bygd, ikki minst tí summi sótu við nógvari jørð. Sama tankagongd sum hjá kendum fólkavaldum og granskara ið áhaldandi segði ‘búskapin’ avmarka fólkatalið – og ikki øvugt so sum veruleikin er. Trælkanin í lógini lá í tí, at tú hevði skyldu at fara at tæna hjá øðrum – arbeiða fyri avmarkaða løn og vera verandi ógiftur – um tú ikki kundi ávísa trygt tilverugrundarlag, helst í frumframleiðslu av vøru burturúr jørð.

Vit høvdu kjansin at blása betri anda í lógina …men nei takk!

Danir høvdu givið greið boð. Bertel Haarder ráðharri hevði gjørt greitt, at føroyingar kundu fáa tær ásetingar, teir vildu hava. Bæði tá ið ræður um formligar ásetingar í lóg, og tá ið ræður tey rundskriv og annað ið myndar venjuna – praksis – eftir lógini. Vit kundu fáa egna útlendingastovu og enntá yvirtaka málsøkið. Che-samgongan legði seg tó eftir at yvirtaka tyngri evni sum málsøkið mát og vekt, men legði fram nevnda uppskot um serliga lóg fyri Føroyar. Lógin var full av tí, vit í fakinum nevna standardum, ásetingum við  tulkingarrúmd ið krevja at verða gjørdar ítøkiligar í meting út frá valdum og vigaðum atlitum. Ásetingar um ”særlige beskæftigelsesmæssige hensyn” og ”væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn” kunnu merkja so øgiliga nógv. Einastu mørk eru í veruleikanum sett av veiku krøvunum til konsekvens eftir líkaregluni. Sagt einfalt, vissi KÍ fær ein áleypara úr Rumenia, skal TB eisini kunna, men til ber eisini at nokta báðum. Útlendingalógin var nú okkara, bara vit so dánt kundu viðgera lík mál á líkan hátt.

Øgiligur ótti og ekki var á fólki, ikki minst teimum í samhaldsføstum flokkum og fylkingum, og nógv stóð á. Loksins var málið avgreitt, jú nú kundu arbeiðsloyvi gevast í serligum førum, um ikki arbeiðsloysið fór uppum hálvt fjórða prosent.

Nú er búskapur so háttaður, at sterkur dynamiskur búskapur, t.d. sum megnar at stovna 5% nýggja arbeiðspláss árliga, helst skapar brutto nærri 20% og missir kanska 15%. Hvørt ár eru nøkur liðug í skúla, onnur gerast frísk aftur ella liðug við farloyvi (og nøkur fá sleppa enntá at flyta til). Arbeiðsloysi í løtumyndini er tí altíð nøkur prosent. Føroyska markið uppá 3,5% var í veruleikanum treyt um onki bygnaðarligt ella árstíðarmerkt arbeiðsloysi. Skuldi forritari, maskinmeistari, granskari ella flyta til Føroya at starvast í vinnum ella fakum uttan nakað staðfest arbeiðsloysi, so var kravið sostatt, at onki veruligt arbeiðsloysi heldur skuldi vera í nakrari aðrari vinnu ella faki. No expansion please, we’re Faroese.

 

Fiskarættur

Fór finna mær fakligari føði – og datt á ein fiskarætt…

Mannrættindanevnd ST hevur sagt ávegis úrskurð ið sigur Ísland hava brotið javnrættisreglu í altjóða sáttmála um borgarlig rættindi.  Talan er um íslendingar – ikki útlendingar – ið hava kært málið eftir at hava roynt spurningin í íslensku rættarskipanini fyrst.  Teir hava víst á javnrættisregluna ið er at finna bæði í altjóða sáttmálanum um borgarlig rættindi og í bæði íslensku grundlógini og europeiska mannarættindasáttmálanum.  

Sum nærum altíð helt íslenski hægstirættur við stjórnini; íslenski hægstirættur er millum heimsins mest tannleysu, skrivar upp og niður stólpa um, hvat partarnir hava sagt, nær lógir eru samtyktar og so mangt framvegis, men enda altíð við at siga at tað ið tingið hevur samtykt vinnur á øllum hægri prinsippum og rættindum.  

Men Ísland følir nú av álvara at ikki er ókeypis at skriva undir altjóða sáttmálar um rættindi, tí ferð eftir ferð tapast mál í mannarættindardómstólinum europeiska – og nú í ST-mannarættindanevndini. Ísland hevur svarað úrskurðinum, at landið fer at rætta fiskifyriskipanir sínar frammi í tíð, tó at teir fiskimenn ið fingu viðhald frá ST ikki fáa nakrar skaðabøtur.

Sum skilst sigur ST-nevndin í stuttum: Skal ríkidømi ið er tjóðarogn latast einstøkum, so má antin gjald takast afturfyri ella mugu øll fólk hava sama kjans at koma uppí skipanina eftir rímiligum og greiðum treytum.  

At lata tey ið hava fiskað fáa loyvini fyri onki og at lata tey fáa vinning av víðarisølu, er bert loyvilig í avmarkaða tíð; skal skipanin samsvara við javnrættisreglu, má við tíðini farast til skipan, har antin ríkið selur ella søkjast kann um loyvi eftir treytum ið seta øll líka og ikki órímiliga taka tey framum ið hava fiskað.  Hetta er neyvt sama fatan ið sást í flaggdagsáliti grundlógararnevndarinnar, har sigur § 45(2): “Er ætlan at vinna úr tilfeingi, tá skal landið krevja gjøld ella tryggja øllum vinnurætt.”  Verður hetta endaligi ST úrskurðurin verður greitt talan um stórt trýst á Ísland bæði frá ST, øðrum ríkjum og ikki minst mannrættinda- og umhvørvisfeløgum at fáa skipanina í rættlag.

Men bundið er Ísland ikki av hesum dómi.  Fyri Føroyar er ábendingin greið, vit koma í mishald mótvegis millumtjóðaviðtøkum um ikki rættvísari fiskidagaskipan kemur í lag eftir 2017; afturímóti kann vera  í lagi fyribils at lata vera í gildi galdandi skipan ið (enn) ríkar tann ið kastar frá sær og selur ókeypis útskrivað loyvi. ST tykist góðkenna framíhjárættindi í avmarkaða tíð.  Men góð 10 ár (afturat 12 frammanundan) er trýfalt rættindi hjá tænastumanni, so ikki er vist at ST fer at líkjast júst hesa uppskriftina.   

Í øllum førum er fiskarættur góð føði.