At stjórna kanning

 (Sosialurin prentaði hesa tíðargrein 29. august 2014)

-          Kári á Rógvi, professari í løgfrøði

Nú nærkast tíðin við seyðasýningum, tá sýnsmenn av øðrum plássum koma at sýna seyðin í bygdini. Í hesum døgum koma eisini sýnsmenn at kanna málið um tunnil undir Tangafjørð.Vit mugu seta álit á, at gløgt er gestsins eyga. Kanningarstjóri er fyrrverandi umboðsmaður hjá Fólkatinginum. Tað starvið er í veruleikanum at vera umboð hjá donsku stjórnarskipanini, at kanna eftir hvussu fyrisitingin heldur meginreglur í stýrisskipan og fyrisitingarlóg. Í so máta er sýnsmaðurin væl valdur.

Niðanfyri skal eg tó loyva mær at koma við nøkrum ábendingum og áheitanum kanningini viðvíkjandi. Fyrst um setning, síðani um skipan av kanningini.

Løgfrøði – rein og veruleikafjar

Allarfyrst tó nakað um løgfrøði. Vit eru tíverri plágaði av, at løgfrøði í síni tíð gjørdist “reinsað” – løgfrøðingar vildu sleppa undan øllum órógvi av at práta um rangt og rætt (og serliga rættvísi), nú skuldi jura handla um vísindaliga at finna galdandi rætt við denti á §’ir ið áseta revsing. Fáa staðni gjørdis løgfrøðin meiri klinisk og formalistisk enn um okkara leiðir. At vera løgfrøðingur eftir hesi reinsaðu fatanini merkir at kanna, um onkur við stórari vissu kann revsast – alt annað er uttanfyri hvat juristurin fæst við.

Hetta sæst aftur í stýrisskipanarlógini og umsitingini av henni. Landsstýrismálanevndin var sett at ansa eftir, um løgmaður og landsstýrismenn sita við málsøkjum á lógligan og fullgóðan hátt, og fyri tað mesta hava kanningar hennara staðfest, at revsing ikki kundi áleggjast – og at onki annað var vert at skriva heim um. Høvuðsmaðurin aftanfyri stýrisskipanarlógina kallaði frágreiðing sína til løgmans fyri “óvissa forsøgn um úrslitið” av hugsaðum rættarmáli. Hann kom til, at lítið sannlíkt var, at nevningating hevði dømt landsstýrissmannin fyri at vera farin útum heimildir sínar. Onki um, hvat lógin áleggur landsstýrismanni og fyristing hansara at gera, onki av rósi, ábreiðslum ella tilmælum, bert henda reinsaða (fyri ikki at siga piðaða ella gelda) løgfrøðin: ‘ikki vist at nakar verður dømdur.’

Henda royndin at reinsa løgfrøðina hevur eisini gjørt hana veruleikafjara. Hon svarar til, at í líknilsinum um miskunsama samariubúgvan søgdu vit, at einasta at staðfesta er, at ongin av teimum ið sóu tann misfarna liggja beinbrotnan við vegin gjørdi nakað ‘ið nevningating við vissu hevði dømt teir fyri.’ Ikki ber til at rósa samariubúgvanum fyri rættan og góðan atburð, ikki ber til at harta hinar ið lótu mannin liggja. Serliga mugu vit ikki tosa um skyldur ella rættvísi, tí slíkt órógvar onkursvegna løgfrøðiliga arbeiðsháttarlagið.

Setningurin

Landsstýrismálanvendin líður undir at fáa ráðgeving av hesum slagi. Nevndin kundi kanna málið um tunnilin og sagt okkum, hvat vit kunnu læra av tí, hvussu fyrisitið skal vera í slíkum førum og gjørt okkum greið tilmæli fyri framtíðina. Serliga hjá framtíðar løgfrøðingum og øðrum embætisfólki og ráðgevum var gull vert at fingið hesa søguna útlagda, so vit vistu hvør bar seg fyrimyndarliga at, og hvør ikki. At leita eftir ‘vissu fyri revsing’ er sum at siga, at líknilsi um samarittin handlar um at búrkroppar ikki mugu sláa fólk og stjala frá teimum. Í seyðasýning er hetta sum bert at vraka summar brundir og als ikki geva premiur.

Denturin í spurningunum hjá landsstýrismálanevndini er á, um ávísur landsstýrismaður “hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins.” Harvið gerst kanningin ov smøl og ov nógv merkt av próvbyrðuspurningum. Tulking av heimildum og útgreinan av skyldum verður ávirkað av, at ivin skal koma tí skuldsetta til góðar, tá spurningurin er ‘skal hesin í geglið?’ Nevndin minnir um hin ið spurdi “doyði so ongin?” – skal ongin inn at sita, so er tað “ein ring søga.”

Betri var at víðka setningin at spurt: ‘Kann kanningstjórin útgreina, hvørjar heimildir, skyldur og meginreglur um góða fyrisiting vóru viðkomandi í málinum at tunnil undir Tangafjørð, og ber til at gera tilmæli um lógarsmíð, fyrisiting og eftirlit fyri framtíðina?

Síðani skuldi verið lagt afturat, at var nakað at finnast at, skuldi kanningarstjórin sagt, hvørt grundarlag fyri at reisa mál um ábyrgd ella skaðabøtur. Løgnasta avleiðingin av hesum avmarkandi spurningunum er, at tvey hugsandi brot á galdandi lóg – at break-fee faktiskt er goldið, og at fyrisitingin í so kreativt fann orsøkir at nokta innliti – als ikki eru fevnd av setninginum – heldur ikki niðurbræðingin av føroyska løgmálaráðnum.

Skipan

Grundleggjandi virði í skipan okkara eru almenni og innlit. Gamla Løgtingið helt fundir sínar uttandura, har alt fólkið kundi møta og fylgja við. Ríkisgrundlógin sigur, at í rættargangi skal galda “offentlighed og mundtlighed i videst muligt omfang”; stýrisskipanin sigur, at sjónvarp og útvarp hava “frítt at senda beinleiðis” frá løgtingsfundum, og vit hava lóg um bæði partsinnlit og alment innlit. Í stjórnarskipanararbeiðnum var skotið upp at gera nevndarfundir á tingi almennar. Hesum fanst tann formalistiska løgfrøðin sjálvandi at, men nú eisini danir hava fingið sjónvarpaði samráð, átti at borið til at ‘sett í gildi’ ásetingar um tað sama.

Mest upplagda var at brúkt stóra nevndarhølið á aðru hædd í Løgtinginum. Har hevði verið pláss fyri kanningarstjóra og fólkum hansara, teimum kannaðu og hjásitum eins væl og øllum áhugaðum. Á Fróðskaparsetrinum lesa 40 fólk løgfrøði, umframt at mong onnur lesa ella virka á økjum, sum kundu havt nyttu av at sæð kanningina framda. Men at brúka høli við 10 plássum er sum setningurin alt ov trongt. At banda allar frágreiðingar, men ikki at stroyma tær og ikki at leggja tær fremst á heimasíðuna hjá Løgtinginum og ikki senda tær í Tingvarpinum er eisini í stríð við hesi grundleggjandi demokratisku virðini. Hartil kemur, at nyttan fyri pengarrnar verður nógv minni.

Tí í løgfrøði eru altíð grundgevingarnar og faktum meiri týðandi enn niðurstøðan. Samanber við Leveson kanningina í Bretlandi. Tann kanningin sæst á netinum – á youtube (ella levesoninquiry.org.uk) sært tú eittnú Tony Blair greiða frá viðurskiftum sínum við miðlarnar hjá Murdoch – kropsmál, rødd, alt er við, sum gevur innlit í, hvussu bretska ríkisstjórnin arbeiddi. Niðurstøðurnar í kanningini hjá Leveson ganga eisini mest uppá framtíðina, hvussu tey sleppa undan at miðlar og myndugleikar fremja lógarbrot. Um hesin ella hasin av røttum skal revsast fyri at hava mutrað løgregluna ella stolið fartelefonir, er minni áhugavert (og tað letur Leveson løgregluna kanna), altýðandi er at betra um skipanina fyri framtíðina við at staðfesta, hvat skuldi og hvat ikki skuldi verið gjørt í fortíðini. Ja, fíggjarkorini eru trengri hjá okkum, men nøkur web cam og at leggja skjøl á heimasíðu kosta ikki tað stóra.

Júst trongi setningurin sást longu fyrsta dagin í kanningini hjá Gammeltoft-Hansen. Spurdur um notatskyldu og innlit segði løgfrøðingurin hjá løgmanni seg ikki vita um víðkaðu skylduna at notera sambært venju hjá umboðsmanninum. Tá so embætismaðurin segði við Gammeltoft-Hansen, at kanningn ikki var um góðan fyrisitingarsið á økinum, mátti kanningstjórin siga, at “forudsætningsvis” mátti hann kanna skyldurnar hjá landsstýrismanninum, eisini skyldurnar hjá innlendismálaráðnum at skalfesta og lata innlit í tunnilsmálið, fyri at kunna siga, um hann hevði hildið tær. Tíbetur tambar kanningarstjórin setningin, men tað vísir bara, hvussu óneyðuga trongur setningurin er.

Slíkar eygleiðingar bera bert til, um vit sleppa at síggja kanningartilfarið heldur enn bert at bíða eftir niðurstøðum. Kringvarpið gjørdi heldur ikki fólkinum nakra public service við at fáa ein av hesum sonevndu viðmerkjarunum at krevja løgmann avhoyrdan (fyri ikki at siga avrættaðan) í skundi, tí tann eini embætismaðurin (sum hevur staðið fyri at fingið hugstkotini til CIP-loysnirnar og annars stendur aftanfyri føroyska svarið uppá Tvind-lógina) ikki kundi hugsast at siga ósatt, tí hann var “í veruleikanum departementchefur.”

Vit hava brúk fyri at fáa øll kortini á borðið. Okkum tørvar at spyrja kanningarstjóran, um hann ikki kann mæla til víðkaðan setning og geva okkum eina breiðari eftirmeting av allari umsitingini av málinum – gløgt er jú gestsin eyga – við denti á tilmæli um betri og rættvisari mannagongdir í framtíðini. Sýnsmenn skulu ikki bert vraka, teir skulu eisini greiða frá og geva premiru. Hesin sýnsmaðurin má siga okkum, ikki bert um nakar skal steinast (sjáldan nøkur nytta í tí), men heldur siga søguna um tann góða fyrisitaran í hesum høpi.

Felagsverklóg – Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur

Felagsverklóg er lærubók skrivað í føroyskum høpi. Bókin greinar mest týðandi ásetingar fyri kollektiva arbeiðsmarknaðin í Føroyum, og nertir eisini við søgu, mál og aðrar fortreytir fyri felags treytum í føroyskum arbeiðsrætti, sum hevur týdning fyri flestu løntakarar og flestu arbeiðsgevarar í Føroyum.

Bókin greinar, hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa sáttmála, hvussu vit tulka sáttmála, hvussu felagssáttmálar seta treytir fyri at leiða og løna, hvussu til ber at stríða um nýggjan ella broyttan sáttmála, hvørjir karmar eru um trætur um sáttmálar, umframt at nakað er tikið við av skjølum, serliga um nýggju skipanina við Fasta Gerðarrætti.

Tørvurin á lærubók í felagsverklóg er eyðsýndur. Sáttmálar, lógir, reglugerðir og aðrar ásetingar galda serliga fyri føroyska løgdømið; boð, umsóknir, avgerðir, úrskurðir og onnur venja eru egin; men kortini eru ástøði og hugtøk enn ikki nógv ment á skipaðan hátt út frá føroyskum dømum.

Bókin skiftir millum siðbundna frálæru og nærri frágreiðing í serligum skorum, umframt at leggja dent á umhugsan ið lesarin kann fara undir til tess at hvessa sær førleikar. Bókin hevur margutekst og mong leitorð ið lætta um lesnaðin og teingja saman fakorð og frágreiðing.

Høvundur starvast sum lektari á Fróðskaparsetrinum umframt at vera formaður í nevndini í Fasta Gerðarrætti, var formaður í nevndini ið evnaði til nýggju skipanina í rættartrætum og gjørdi fyrireikingar ið gjørdust grundarlag undir nýskipan av áhugatrætum.

Bókin kemur fyrst í fyribils útgávu ætlað fakfólki til hoyringar og sum frálærutilfar. Ætlandi kemur onnur økt útgáva eftir at bókin er umrødd og roynd í verki.

Bókin er umrødd á setursheimasíðuni

Bókin fæst frá Riti og Ráki

Bókin fæst eisini frá HNJs Bókhandli

 

Innlit og fólkaræði á breddan

Høvi var at siga fólki nakað um innlit á fyrilestrarfundi ið fakfeløg og ungmannafeløg skipaðu fyri. Hallbera West greiddi frá um fólkaræði, mín lutur var at tosa um innlit og heimildir í tunnilsmálinum.

Tiltakið er umrøtt á heimasíðu starvsmannafelagsins.

Tiltakið er eisini umrøtt á setursheimasíðuni.

Fyrilesturin mín æt Meðan vit bíða eftir innliti… – glærurnar fást her: Meðan vit bíða eftir innliti….

Soleiðis tók Dánjal Højgaard samanum fyrilestur mín:

Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði helt fyrilestur um alment innlit og um týdningin av, at almenningurin fær innlit í grundalagið, tá ið landsins myndugleikar taka avgerðir.
Hann greiddi frá reglunum um alment innlit og segði, at alment innlit eru grundleggjandi fólkaræðilig rættindi. Innlit er fyrndargomul grundregla, og vanlig treyt fyri at reglur og lógir hava gildi er at tey eru almannakunngjørd.
Kári á Rógvi setti spurnartekn við um Innlendismálaráðið hevði heimild at nokta almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og danska pensjónsfelagið. Hann eftirlýsti størri trúskap í fyrisitingini mótvegis opinleika og gjøgnumskygni og segði seg vóna, at umbøninar um innlit verða royndar hjá løgtingsins um boðsmanni.
Kári á Rógvi helt eisini, at løgtingsfólk áttu ikki latið set bunda niður av tagnarskyldu. Hann ráddi tingfólkunum til at taka av tilboðnum um at lesa sáttmálan, men síðani at endurgeva innihaldið av tingsins røðarapalli. Við hesum sipaði hann til, at tingfólk hava víðkað talufrælsi og kunnu ikki rættarsøkjast fyri tað, tey siga á tingsins røðarapalli, uttan við tingsins samtykki.

 

Setrið við í lærubók um póllóg

Norðurlandaráðið hevur nú givið út aðru útgávu av Polar Law Text Book.
Setrið við í lærubók um póllóg

Natalia Loukacheva hevur ritstjórnað. Hon er úr Russlandi men hevur starvast í Canada og á Akureyri í Íslandi. Á Akureyri skipaði hon fyri master í polar law og árligu ráðstevnuni og árbókini um póllóg.

Kári á Rógvi hevur undirvíst á nevndu útbúgving og lagt fram á ráðstevnu og árbók saman við Bárði Larsen.

Í nýggju útgávuni hevur Kári skrivað kapittul um føroyska stjórn og fyrisiting – Faroese Governance – við denti á løgsøgu, tilfeingislóg, rættarskipan, fyrisiting og stjórnarlóg.

Tankin við lærubókini er at geva lesandi høvi at gera samanberingar, hyggja at teimum ymsu londunum norðast á klótuni. Hugt verður eftir tvørgangandi evnum sum menning, verju, trygd á sjónum, veðurlagsbroytingum, undirgrund, lívfrøði og orku, umframt at serliga áhugaverdum økjum sum Føroyum, Samalondum, Nunavut og Grønlandi.

Lærubókin er at fáa til keyps í prentaðum líki, men kann eisini takast niður ókeypis av heimasíðu norðurlandaráðsins.

Samband

Kári á Rógvi

Kári og Bárður í The Yearbook of Polar Law

Háskólinn á Akureyri má metast sum tvíburðaháskúli okkara, liggur á Akureyri júst á stødd við Tórshavn, á Norðlandinum júst á stødd við Føroyar, við júst somu avbjóðingum sum fráflyting og kapping frá universitetunum ið fólk plaga at fara á fyri sunnan.
Kári og Bárður í The Yearbook of Polar Law

Tey á Akureyri hava í stórum stíli megnað at tikið við avbjóðingini, hava omanfyri 1600 lesandi, eru størsta einstaka arbeiðspláss á Norðlandinum og ímyndin av framburði og menning hjá vinnu, fyrisiting og ungdómi.

Akureyringar hava sum tey einastu í verðini útbúgving á masterstigi í lóg nevnda Polar Law. Granskingarparturin verður skipaður á árligari ráðstevnu ið er grundarlag undir árligu útgávuni The Yearbook of Polar Law. Bókin er nú komin á fjórða sinni við greinum frá ráðstevnuni í 2012. Knappliga 40 røður, greinar og ummæli, ið fylla knappar 400 síður var úrslitið av ráðstevnuni, sum í 2012 var hildin í Nuuk at staðfesta góða samstarvið millum háskúlanna á Akureyri og í Nuuk.

Kári á Rógvi helt eisini røðu á ráðstevnuni og teir Bárður Larsen lótu úr hondum grein ið nevnist “A Faroese Constitution? – Faroe Islands between Parliamentary Sovereignty and Sub-Sovereign Constitutionalism, between Statutory Positivism and Pragmatic Reasoning.”

Greinin viðger mótmæli frá summum donskum lógkønum móti føroyskari stjórnarskipan. Greinin sýnir, at stjórnarskipanir eru sera týðandi og vanligar fyri lond í samveldi, at hetta er norrøn hevd við fordømum sum Íslandi knýttum at Danmark og Noregi knýttum at Svøríki, at sera mong lond á lægri ríkisrættarstigi stigi enn fullveldi um allan heim hava stjórnarskipanir, umframt at hetta samsvarar við stjórnarrættarligt ástøði hjá fremstu nútíðar serfrøði, eisini við bæði klassiska og nýliga danska teori og sjálva heimastýrisskipanina.

Greinin setir fram ta fatan, at vandamálið er tann óhepna leitanin eftir vissum heimildum, eftir samtyktari og kunngjørdari lóg í §-formi, heldur enn at viðurkenna søgu og siðvenju sum lógkeldur. Stóri fyrimunurin við føroyskari stjórnarskipan er sum viti og vegleiðari fyri føroyskari stjórnarrættarligari sjálvsfatan og enn meira sum byrjan til størri stjórnarrættarligt medvit og tulking av ótøttu lóggávuni í ljósinum av væl orðaðum meginreglum ið fólkið sjálvt hevur samtykt.

Niðurstøðan er, at lógpositivisma og denturin á, at lóg skal vera í samsvar við grundleggjandi hugtøk og vera forútsigilig, er vorðin veruligur bági í øllum føroyskum lógar- og stjórnartættum. Serliga forða tykist vera tann friðarliga og stigvísa menningin av bæði ríkisrættarligum og innanhýsis stjórnarligum viðurskiftum ígjøgnum eitt dynamiskt broytiligt stjórnarrættarligt skjal við ásetingum um tjóðarfullveldi, innanhýsis mannagongdir eins og rættindi hjá einstaklingum og bólkum. Hetta er partur av størri vandamáli við lógpositivismu ið serliga í høpinum hjá smáum løgdømum forðar menning í lóg ígjøgnum kjak um kjarnuvirði og lógarstandardar og heldur kvalir okkum í veruleikafjarum nøgdum av alt ov smálutakendari lóggávu, sum rekur burtur alla hugsan bygda á vanligt vit og skil, stigvísa menning ígjøgnum almannakunngjørda venju, sókn eftir loysnum í siðvenju og felags virðum, eins og meginreglur fyri góða stjórn ið fólk kenna á sær.

Meira sæst á www.polarlaw.is

Eisini http://setur.fo/tidindi/kari-og-bardur-i-the-yearbook-of-polar-law/

 

 

Dansk rets udfyldende karakter på Færøerne – Grein í Ugeskrift for Retsvæsen – U.2013B.25

Vit Bárður Larsen á Fróðskaparsetrinum hava fingið grein almannakunngjørda í tíðarritinum Ugeskrift for Retsvæsen.

Greinin er stytt útgáva av heiðursriti, sum høvundarnir skrivaðu í sambandi við, at ríkisins hægstirættur fyri fyrstu ferð varð settur í Føroyum á heysti 2012.

  • Í greinini gjøgnumganga høvundarnir eina røð av úrskurðum og vísa á, hvussu almennar danskar meginreglur ávirka rættarstøðuna í Føroyum, eisini í sermálum. Høvundarnir vísa m.a. á, at hvussu týðandi er, at dómstólar eru rættarskapandi í landi sum Føroyum, har sokallaði lóggevarin er minni aktivur enn í so mongum øðrum londum.

Vit hyggja nærri at eini røð av úrskurðum, t.d.:

  • Útróðrardóminum frá 1959, tá ið útróðrarmenn í Klaksvík fingu viðhald í, at línufiskiskapur eisini varð útróður, og grundarlag tí ikki var fyri í avmarkandi tulking bert at geva smáum bátum ávísan studning. Dómurin vísti, hvussu lógir skulu umsitast eftir tí, sum skilafólk á økinum fáa burturúr eini lóg, ikki tí sum fyrisiting ella tingfólk hugsaðu, men ikki fingu fest á blað í lógteksti ella viðmerkingum.
  • Merkjamálinum frá 1986, tá ið Hægstirættur staðfesti, at lógin um danska fasta gerðarrætt ikki var galdandi longur, tí føroyingar høvdu takka nei til nýggju lógina um danska arbeiðsrættin. Høvundarnir taka undir við, at Hægstirættur setti viks eina høpisleysa lóg, hóast hon formliga enn stóð í lógbókini og av summum var hildin galdandi, tí hon ikki var sett úr gildi. Dómurin vísir á praktiskar loysnir uppá ógreiðu, tá ið málsøki fara frá at vera felagsmál til at gerast føroysk sermál.

Høvundarnir eru oftast samdir í úrslitunum, men kritisera grundgevingarnar. Til dømis komu fleiri lærdar greinar í donsk tíðarrit eftir dómin í merkjamálinum, har høvundar misfataðu stuttu grundgevingarnar. Torben Jensen hægstarættardómari skrivaði tá drúgva grein, ið greiddi frá dóminum, millum annað við at læna hugtøk úr øðrum rættarskipanum at greina úrskurðin.

Vit báðir halda, at slík útgreining eigur at verða partur av sjálvum dóminum, eins og kent er í Noregi, ES, Bretlandi, og enntá í europeiska mannarættindadómstólinum, sum eisini hevur síðsta orðið í málum um mannarættindi í Føroyum.

  • Vit vísa millum annað á dómin frá Eystara Landsrætti 1991 um samhugaverkfallið til frama fyri læknaskrivarar á sjúkrahúsunum. Hóast málsøkið var yvirtikið, høvdu hvørki partarnir á arbeiðsmarknaðinum ella Løgtingið ásett nakað um samhugaverkføll ella fráboðan av heimilaðum stríðsstigum. Partarnir vóru tí ósamdir bæði um nakað æt so í Føroyum, og um hvørjar treytirnar vóru fyri slíkum. Dómurin staðfesti samhugaverkfall sum part av føroyskari lóg – og var tí alment sigur fyri løntakarasíðuna – men kravdi eisini at boðað verður frá slíkum stríðsstigi í nóg góðari tíð – og var tí í júst hesum málinum sigur fyri arbeiðsgevarasíðuna.
  • Fyri danir var dómurin upplagdur, tí teir høvdu havt sama spurning frammi tíðliga í farnu øld, men hetta var fyrsti kendi dómur um spurningin í Føroyum. Av tí at dómurin ikki greiddi frá, hví og hvussu dómararnir ásettu lóg, har sum lóg vísti seg at mangla, gjørdist stór øsing og óvissa í Føroyum. Vit hava tí sæð eina røð av málum í Fasta Gerðarrætti um tættir av somu spurningum, serliga um fráboðanarform og fráboðanarfreist í samband við stríðsstig. Úrskurðurin var samanumtikið rættur, partarnir mugu taka fyrilit fyri trygd og triðjamanni og geva ávís skotbrá undan arbeiðssteðgi, men grundgevingin var ósannførandi og førdi við sær óneyðuga nógvar uppfylgjandi sakir.
  • Tann sakin er eisini gott dømi um, at mál ið fáa stóran týdning í Føroyum ikki verða almannakunngjørd, tí vit onki føroyskt dómsavn hava. Fyri mangar spurningar, serliga ‘detaljurnar í tulking’, er líka so týðandi at finna dómalóg sum at finna tinglóg, at kanna venju (praksis) sum at kanna lógtekst og viðmerkingar.

Samanumtikið vísa høvundar á, at dómstólarnir hava sera nógvar spurningar at avgreiða í lítlum løgdømi sum okkara, tí ríkisrættarstøðan, løgfrøðiliga leysir endar, tulkingarrúmd og óvirkni lóggevarans gera, at tørvur er á avklárandi og enntá beinleiðis rættarskapandi úrskurðum.

Greinin er úrslit av tí sera góða samstarvi, sum nú er at menna føroyska løgfrøði, har donsk universitet og danskir stovnar hava viðvirkað at stuðla undir undirvísing og gransking í føroyskari lóg.

 

Til ber at lesa greinina við at tekna hald á http://www.karnovgroup.dk/

Hjá lesandi á Fróðskaparsetrinum ber til á setursteldum at brúka leinkjuna http://www.thomsonreuters.dk/pls/onl/maflog.ip_login