Tilflytaralóg

Nøkur orð í essayformi um føroyska stjórn, lóg og fyrisiting tá ið ræður um at fáa útlendingar at flyta til Føroya at arbeiða ella búgva.

Føroysk tilflytaralóg er tíverri er merkt av loysnum ið eru óegnaðar populistiskar royndir at loysa trupulleikar, sum vit als ikki hava.

Greinin er partur av greinasavninum Exit Føroyar.

Greinin er millum umrødd í morgunsendingini hjá útvarpinum (umleið 6:34 inni í sendingini).

Rás 2 og sjónvarpstíðindini hava eisini viðgjørt málið.

Nøkur brot úr greinini:

‘Let’s set the scene’

Vit kenna øll støðuna. Vit koma á gátt í onkrum føroyskum heimi á bygd nakað út á kvøldið. Húsfólkið situr í rúmligu stovuni ið er alloðin í familjumyndum og urtapottum. Tey fáa sær kaffi, øll eygu eru vend móti sjónvarpinum, sum eftir tað lítla korterið av endursendingum á Kringvarpinum aftur er sett á TV2 News, ella kanska er onkur kapping um at syngja ella tvassa okkurt á onkrari av hinum donsku kanalunum. Fært tú kortini ávíst prát í lag við húsfólkið er ikki frítt, at tey harmast um, at bygdin minkar, men “tað ber ikki til hjá okkum øllum at vera prestar ella professarar.” Tey hava sligið seg til táls við, at nøkur av børnunum mugu fara niður, onnur til Havnar. “Men vissi nú nýggjustovumenninir fingu fatur á eini makrelkvotu ella kanska einum pari?” Ja, so bleiv kanska so frægt av arbeiði, at matmóðirin í húsinum aftur fekk lønandi starv. Gamli hevur verið so ringur í rygginum, hjá honum er lítið at gera. Rættiliga avgjørd gerast tey ikki, uttan so prátið fellur á tilflytarar. Øgiligur vandi er í øllum hesum fólkunum ballaðum í turrikløð, sum bara vilja hava pengar frá danskarunum og avla børn uttan nakað hógv. Tey hopa, at Pia, Lars, Helle og hini á Christiansborg, sum tey eru uppá fornavn við, fara at gera nakað við hetta.

Soleiðis er støðan. Føroyingar eru fangaðir í lagnutrúgv uppá fruminntøkur (ið eru fiskur og blokkur). Størv hjá lærdum fólki eru sum prestastørvini góð at fáa, men tey framleiða onki, ið kemur til høldar í hesi verðini sum føroyingar liva í. Tí er onki annað enn at satsa í hesum ‘zero-sum game,’  sum handlar um, hvør fær tann fiskin ið er at fáa, og hvør fær tann blokkin ið er at fáa. Fráflyting er bara neyðuga fylgjan av, at fiskur ella blokkur mangla, ella at fólk gerast praktiskt avlamin ígjøgnum óviðkomandi útbúgving.

Samstundis hava føroyingar tikið til sín populismu úr donskum stórbýarpolitikki. Hóast vit hava áleið tríggjar muslimar í Føroyum, sum allir gera góðan mat, so eru føroyingar øgiliga ræddir fyri tí, sum fólkavaldur nevndi “berføttum dadluetandi jihadistum.” Øll duga søgur um óforstáiligar taxasjafførar, íbúðir fyltar av fremmandum ella aðrar ræðuleikar úr hesi verðini, sum fjarsýnið ber tey í hvørt kvøld.

Í útvarpssending um útlendingastovuni fyri ári síðani var sagt, at tóat føroyska lóggávan var eldri, veikari og linari enn í grannalondunum, so bar til at vissa fólk um, vit í venju skuldu halda okkum líka strong sum hini – Føroyar gjørdust ikki nøkur inngongd til norðurlanda við frælsari útlendingalóg! – Nei… so hyggin ella heppin verða vit ikki; føroyingar kunnu framvegis sita tryggir við hálvhosunum uppi á stovuborðinum, kaffi og Cadbury … og nikka at øllum teimum, sum í fjarsýninum til fánýtis royna at bjarga føroyingum undan trupulleikum ið teir ikki hava.

Snøgt sagt

Hetta hevur havt stóru ávirkan sína á føroyska tilflytaralóg, sum tíverri er merkt av loysnum ið eru óegnaðar populistiskar royndir at loysa trupulleikar, sum vit als ikki hava.

Misfatan býr undir

Týðandi er at staðfesta, at øll hesi sjónarmið um mentunarligar og búskaparligar avleiðingar av tilflyting og um búskap sum grundaðan á fruminntøkur eru skeiv, tí fyrra er grundað á hetta vælkenda, at okkara politiska dagsskrá er innflutt og sett grundað á viðurskifti ið ikki eru okkara, meðan seinna stutt og greitt er skeivt og dømi um óhaldbara búskaparfrøðiliga hugsan; tí gerast loysnirnar í lóggávu og umsiting so óhepnar, tí tær til fánýtis royna at loysa vandamál ið ikki eru til.

Vanligasta misfatanin er á enskum nevnd ‘the lump of labour fallacy.’ Misfatanin at bert ávís nøgd av arbeiði er til, og fær ein annar starv so fái eg ikki. Hetta er partur av zero-sum misfatanini sum nevnd var í áðni. At hon er skeiv sæst best av, at amerikanski búskapurin eftir tíggjutals millióna tilflytan framvegis finnur næstan øllum størv; enntá eru mangar milliónir av sera arbeiðssomum fólkum ólógliga í USA og halda týðandi vinnum gangandi við ídni og strevi. Ja, arbeiðsloysi er í USA, men av øðrum orsøkum, og tað gjørdist bert verri, um t.d. øll av norskari ætt fluttu aftur til Noregs at ‘geva pláss.’ Tann við lítlari ella óviðkomandi útbúgving hevði framvegis sitið arbeiðsleysur í USA, og Noreg hevði fingið ein goysandi vøkstur í framleiðslu og vælferð sum ongin nøgd av olju, fiski ella øðrum ikki-menniskjansligum tilfeingi kann geva. Veruleikin er, at hvør einasti sum ‘tekur’ sær starv samstundis eftirspyr somikið av vørum og tænastum, at hann eftirspyr nóg mikið til, at brúk er fyri øðrum – hann bæði tekur og skapar eitt starv. Í New York búgva tey bókstaviliga omaná hvørjum øðrum, uttan nakran skugga av frumframleiðslu av land-, sjó- ella havbúnaði ella blokki, og túsundtals fólk mugu koyra inn í býin hvønn dag at manna øll størvini.

Vit hava tíverri dapra forsøgu at halda fólkavøkstri aftur

Hvussu virkar henda misfatan so? Jú, í gomlum døgum avmarkaðu vit í lóggávu serliga giftingarmøguleikunum. Tá ið ikki var hugsandi at liva saman ógiftur, vóru treytir fyri giftu sera effektivar at forða bæði tilflytarum eins og nøring hjá fátækrafólki ella øðrum óynsktum. Tá ið føroyingar regluliga mála tunnur sum piparbússur og arga onkran, t.d. “Heri pipar, 8. oktober !!!”  so sipar hetta til danska lóg, ið avmarkaði møguleikarnar hjá týskum handilsmonnum at seta seg niður í Keypmannahavn, teir skuldu ikki giftast, vera eldri enn 30 ár og lata kongi heilt kilo av pipari í avgjaldi. Piparsveinar eru skerdir tilflytarar. Dupult ironiskt, at ein keypmanna havn helt keypmonnum burturi, og at eitt fánandi oyggjafólk ið hungrar eftir tilflytan virðir minnið um mismun móti tilflytarum.

Her heima var sonevnda trælalógin nýtt at forða giftu. Fólk skuldu prógva, at tey høvdu inntøkugrundarlag, helst sita við hálvari mørk í jørð – harvið vóru bert pláss fyri áleið 10-20 húsarhaldum í miðal føroyskari bygd, ikki minst tí summi sótu við nógvari jørð. Sama tankagongd sum hjá kendum fólkavaldum og granskara ið áhaldandi segði ‘búskapin’ avmarka fólkatalið – og ikki øvugt so sum veruleikin er. Trælkanin í lógini lá í tí, at tú hevði skyldu at fara at tæna hjá øðrum – arbeiða fyri avmarkaða løn og vera verandi ógiftur – um tú ikki kundi ávísa trygt tilverugrundarlag, helst í frumframleiðslu av vøru burturúr jørð.

Vit høvdu kjansin at blása betri anda í lógina …men nei takk!

Danir høvdu givið greið boð. Bertel Haarder ráðharri hevði gjørt greitt, at føroyingar kundu fáa tær ásetingar, teir vildu hava. Bæði tá ið ræður um formligar ásetingar í lóg, og tá ið ræður tey rundskriv og annað ið myndar venjuna – praksis – eftir lógini. Vit kundu fáa egna útlendingastovu og enntá yvirtaka málsøkið. Che-samgongan legði seg tó eftir at yvirtaka tyngri evni sum málsøkið mát og vekt, men legði fram nevnda uppskot um serliga lóg fyri Føroyar. Lógin var full av tí, vit í fakinum nevna standardum, ásetingum við  tulkingarrúmd ið krevja at verða gjørdar ítøkiligar í meting út frá valdum og vigaðum atlitum. Ásetingar um ”særlige beskæftigelsesmæssige hensyn” og ”væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn” kunnu merkja so øgiliga nógv. Einastu mørk eru í veruleikanum sett av veiku krøvunum til konsekvens eftir líkaregluni. Sagt einfalt, vissi KÍ fær ein áleypara úr Rumenia, skal TB eisini kunna, men til ber eisini at nokta báðum. Útlendingalógin var nú okkara, bara vit so dánt kundu viðgera lík mál á líkan hátt.

Øgiligur ótti og ekki var á fólki, ikki minst teimum í samhaldsføstum flokkum og fylkingum, og nógv stóð á. Loksins var málið avgreitt, jú nú kundu arbeiðsloyvi gevast í serligum førum, um ikki arbeiðsloysið fór uppum hálvt fjórða prosent.

Nú er búskapur so háttaður, at sterkur dynamiskur búskapur, t.d. sum megnar at stovna 5% nýggja arbeiðspláss árliga, helst skapar brutto nærri 20% og missir kanska 15%. Hvørt ár eru nøkur liðug í skúla, onnur gerast frísk aftur ella liðug við farloyvi (og nøkur fá sleppa enntá at flyta til). Arbeiðsloysi í løtumyndini er tí altíð nøkur prosent. Føroyska markið uppá 3,5% var í veruleikanum treyt um onki bygnaðarligt ella árstíðarmerkt arbeiðsloysi. Skuldi forritari, maskinmeistari, granskari ella flyta til Føroya at starvast í vinnum ella fakum uttan nakað staðfest arbeiðsloysi, so var kravið sostatt, at onki veruligt arbeiðsloysi heldur skuldi vera í nakrari aðrari vinnu ella faki. No expansion please, we’re Faroese.

 

Hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis

Nøkur orð um rættarmál um javnstøðu ið heldur illa er frágreitt í kringvarpinum.

Í hoyna 2006 ringdi Hans Pauli Strøm til mín at biðja meg taka við formanssessi í javnstøðunevndini. Hugsaði hetta kundi ikki vera so trupult, at telja á fingrunum kallar og konur í almennum nevndum; takkaði tí ja.

Men javnstøða eftir javnstøðulógini er so nógv annað enn at fáa javna umboðan í nevndum. Hetta við nevndum er nú bert undantak frá høvuðsregluna, at atlit ikki lógliga kunnu takast til, hvat kyn fólk eru, tá ið ræður um størv, samsýningar, skúla, barnsburð og annað.

Lógin leggur út við at siga, at mismunur má ikki gerast á kynunum, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Síðani verður hetta útgreinað fyri mong viðurskifti, serliga á arbeiðsmarknaðinum. Javnstøðulógin leggur afturat, at sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum eru heilt ella partvíst ógildigir, stríða teir ímóti lógini.

Í míni tíð eydnaðist at ávísa nøkur dømi um, at javnstøðulógin vinnur á øðrum ásetingum. Hetta er síðani staðfest í Føroya rætti í máli um pápafarloyvi. Tann dómurin var tó eftir míni fatan partvíst skeivur, og átti javnstøðunevndin tí at havt kært hann; umframt at so mong onnur ivamál enn eru óroynd.

Hvør er henda Public Service?

Kringvarpið hevur áhaldandi sagt frá máli mínum um at fáa greiðu á samsýning løgtingsmanna í foreldrafarloyvi sum frá fótbóltsdysti. “Kári tapti sakarmálið” stendur á kringvarp.fo; hetta passar inn í ta ‘konfliktologiina’ ið eyðkennir kringvarpið. Í veruleikanum var ongin illstøða, men saklig argument førd fram frá báðum pørtum. Leo Poulsen hevur í Sosiali og Rás2 greitt væl frá, at advokatarnir førdu fram ymisk væl undirbygd sjónarmið; og rætturin tók so støðu.

Rætturin tók millum annað ta støðu, at báðir partar høvdu áhuga í at fáa málið roynt. Tí skuldi hvør partur bera sín kostnað. Løgtingið hevur sostatt helst goldið munandi meir í sakarmálskostnaði enn, hvat hevði kostað at latið meg fingið fulla samsýning í tvær ferðir tvær vikur – og Løgtingið kundi havt søkt meginpartin aftur úr barsilsskipanini.

Sjálvur fekk eg kostnaðin av advokati goldnan av ríkiskassanum, tí talan var um ‘prinsippmál.’

Málið var sostatt veruligt ivamál orsakað av, at lóggáva er alt ov tilvildarlig í Føroyum.

Tí er ikki rætt, tá kringvarp.fo lýsir málið so einfalt. ‘Løgtingið brúkar reglurnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum siga pápar hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað,’ “men við ongari løn.” Hetta passar ikki. Pápar hava og fáa lønt farloyvi. Spurningurin er bara um treytir og upphæddir. Havi júst verið í slíkum farloyvi frá Fróðskaparsetrinum uttan nakran mismun.

Pápar á tingi fáa tó verri viðferð og lægri upphædd enn mammur – tað er mismunur – og eftir mínum tykki ímóti rættu tulking, tí samsýningarlógin vísir á avtalu við tænastumenn, sum má tulkast í samsvari við javnstøðulógina. Dómurin lat tó hina lógina trumfa; so vita vit tað.

Mær  hevði dámt betur, at kringvarpið brúkti høvi at greiða fólki rætt og sakliga frá støðuni. Hví ikki spyrja løgtingsformannin, um hann nú fer at skjóta upp at beina burtur mismunin? Hvat við at spyrja, hví sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum alsamt hava orðingar, sum eru ‘heilt ella partvíst ógildugar’ og ganga ímóti bæði javnstøðulóg og barsilslóg? Nýliga sá eg í týskum sjónvarpi talskvinnu fyri týska arbeiðsrættin greiða frá úrskurði um sjúkraváttan fyrsta sjúkradag – hví ikki biðja landsrættin greiða frá, hvussu fløkjan varð greidd?

Spyrji bara í hesum public service tíðum, hvørji eru virðini og styrkirnar hjá kringvarpinum? Javnstøðulógin fyllir skjótt 20 ár, men fólk kenna hana ikki, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

Javnstøða er Vøkstur

Javnstøða er business! Kabalin gongur upp og øll vinna, um vit bara síggja høpi í hesum.

Mest sambærliga økið, Føroyingar kunnu samanberast við, er Norðlandið í Íslandi. Akureyri hevur sama fólkatal sum Havnin, og Norðurlandið á leið sama fólkatal sum er í Føroyum.

Fiskivinna og alivinna standa sterkar, men fólkatalið var farið at fjara, tí tey ungu, serliga ungar kvinnur fluttu til Reykjavíkar ella av landinum. Avbjóðingar innan gomlu vinnurnar vóru ikki nóg mikið.

At venda gongdini, og skipaðu tey lærdan háskúla, sum í fyrsta lagi var samanrenning av læraraskúla og heilsuskúla, men sum nú fevnir um so mangt annað. Nú undirvísa tey í løgfrøði, miðlafrøði, fiskivinnu og mongum øðrum.

Hetta er skúli við mongum ymsum tilboðum, ið er vorðin størsta einstaka arbeiðspláss á norðurlandinum. Fyrstu ferð eg var á skúlanum viltist eg, tí eg fór inn í granskingarbygningin ið liggur við síðurnar av sjálvum universitetinum. Har granska tey alt frá fiskivinnu og aling (Akureyri er frammaliga í toskaaling) til javnstøðu – meðan vit als ikki granska, hví t.d. ungar kvinnur flyta av landinum ella hvør lønarmunur er kynjanna millum, so sita vanliga 5-7 fólk á jafnréttisstovu og granska slíkar spurningar, og tey fáa ofta ung lesandi at hjálpa til við kanningum.

Men umframt at skúlin á Akureyri bjóðar staðbundna undirvísing, hevur hann eisini stórt úrval av fjarundirvísing, við lærda háskúlanum sum miðdepli. Fólk kunnu sita víðahvar í Íslandi og nema sær kunnleika, og koma á skúlan av og á.

Undirvísarar, granskarar, lesandi í ymsum aldri – men serlig yngri kvinnur – støðast nú nógv betur á Norðalandinum, tí nú eru bæði størv og útbúgving at fáa.

Sjálvur havi eg undivíst fleiri kvinnum sum søgdu, at var tað sum fyrr, ja so fóru tær við børnum og manni til Reykjavíkar. Sjómenn kunnu búgva allastaðni, og nógv arbeiði er at fáa, men skal familjan vera í økinum ið hon kennur seg mentunarliga tengda at so má bera til at útbúgva seg og fáa spennandi arbeiði – spennadi hjá báðum kynum og spennadi fyri fólk við ymsum útbúgvingum.

Í Føroyum er nóg mikið av arbeiðsplássum til teirra ið tíma at koyra gravkúgv og arbeiða í fiskivinnuni, og tað er eisini í fínasta lagi, men gloyma vit alt annað, fáa vit eitt skeivt kynsbýti. Stórur partur av kvinnum vilja fegnar arbeiða innan vitanarvinnur.

Vit mugu duga at síggja undirvísing sum vinnu heldur enn útreiðslu. Á hendan hátt kunnu vit kníta fleri fólk at undirvísingini, bæði sum lærarar og næmingar. Hetta hevur eisini við sær, at fólkini støðast í landinum. Vit hava eisini brúk fyri fleiri fólkum í tænastuvinnunum, har rigga tey lesandi so sera væl, tí júst tey vilja taka teir meira óhøgligu arbeiðstíðirnar. Hví skulu lesandi føroyingar sita við kassan ella manna skrivstovur niðri, tá ið vit hava brúk fyri teimum heima?

Útisetar grógva fastir í útlandinum, og mangan er undrunarvert, at so nógv hóast alt koma heimaftur. Hugsa um pedagogútbúgvingina – hóast dagstovnar og serstovnar í Føroyum rópa eftir útbúnum fólki, og áhugin at nema sær pedagogútbúgving er risasórur, so verður bara játtað til ein árligan flokk. Á Akureyri hava tey viðurkent, at pedagogútbúgvingin er universitetsútbúgving og tey pedagoglesandi fáa breiðan akademiskan førleika ið gevur høvi at velja nógv ymisk størv eftir lokna útbúgving. Vit noyða fólk av landinum ella at taka útlendskar fjarundirvísing – heldur enn at taka kappingina upp og økja tilboðið, eisini við fjarlestrarflokkum í Suðri og Norðoyggjum.

Føroyingar seta alt upp ímóti hvørjum øðrum. Vit seta betong og asfalt upp móti undirvísing og mentan. Alt verður ein kapping um pengar úr landskassanum. Fara pengar til undirvísingarendamál, verður ikki nógmikið til tunnlar, halda fólk. Lat okkum endiliga binda landið saman, og gera tunnlar og annað gott, men tað hjálpir einki uppá tann álvarsliga og grundleggjandi trupulleikan, at vit missa stóran part av okkara besta fólki. Lat okkum heldur byrja við at økja um okkara búskap sum Akureyri hevur gjørt. Skapa vit fleiri hægri útbúgvingar og harvið størri vitanarmøguleikar, so vit fáa fólk at trívast og búleikast í landinum, fáa vit betri kynsbýti… og við tíðini eisini ráð til tunnlar. Stig fyri stig.

…og líka eitt afturat, stakir uppihaldarar (oftast kvinnur) mugu fáa nógv størri stuðul fyri at hava ráð at taka av útbúgvingartilboðum í Føroyum… og tað mugu tey fáa, skulu vit varðveita hetta dýrabara tilfeingi í landinum og fáa fólkatal og búskap at vaksa.