Í vitnaskrankanum – samrøða við føroysk jura lesandi

Kári á Rógvi í vitnaskrankanum

Felag fyri føroysk jura lesandi hálar føroyskar løgfrøðingar í vitnaskrankan til gamans og álvara. Vitnaskrankurin er ætlaður løgfrøðilesandi sum íblástrarkelda til lesturin og til yrkisleiðina aftan á loknan lestur.

Kári á Rógvi er fyrsti løgfrøðingur í vitnaskrankanum. Kári á Rógvi er stovnari og heiðurslimur í Felagnum fyri føroysk jura lesandi.

1. Heilt stutt um teg:

Kári á Rógvi, las cand. jur. København 1993-1998, LL.M. Aberdeen 1998-1999, Ph.D. Íslandi (Reykjavík) 2005-2008 (vardi ritgerðina i 2009).

Lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Nevndarformaður í Fasta Gerðarrætti. Privat giftur og pápi at trimum børnum og fáist nógv við seyð.

2. Hvar hevur tú starvast aftan á loknan lestur?

Var fyrst advokatfulltrúi hjá Kaj Andreasen, sum broytti navn til Dania Advokater. Hetta var framhald av starvi í lestrartíðini. At arbeiða sum postdrongur á Tryggingini og sum lesandi á advokatskrivstovu hevur lært meg uppímóti líka nógv sum tær formligu útbúgvingarnar. Løgfrøðilesandi hava tað við at siga “Hatta er ikki pensum/veit eg ikki/er ikki gjøgnumgingið” – slíkt er bara ikki svarmøguleiki, tá ið tú skalt tryggja at øll fáa postin ella at due diligence er klár undan skrásetingini á NASDAQ ella hvat ið nú skal gerast.

Í Aberdeen høvdu tey tíbetur ikki pensum, uttan heldur suggested reading. Meðan vit í Danmark fingu spesialið prentað í Justitia, tí vit rørdu eitt sindur við samanberandi háttalag, so gingu tey í Skotlandi út frá, at fæst tú við oljulóg, ja so er sjálvandi at hyggja at sama spurningi í Texas ella Ontario ella onkrum øðrum av teimum hundraðtals ensktmæltu løgdømunum. At vera har lærdi meg meira um samveldisstøðu, samanberandi lóg, dómalóg og annað fyri Føroyar viðkomandi enn tey fimm árini á KU, sum tá enn var ógvuliga sjálvfeitt. Haldi har er hent sera nógv spennandi síðani, og verandi dekanur er framúr – vit á Fróðskaparsetrinum hava sera gott samstarv við hann. Mæli øllum føroyskum løgfrøðilesandi at royna geva sær stundir at lesa í onkrum enskmæltum landi.

Eftir Skotland kom tíð heima í Føroyum fyrst við stjórnarskipan so sum advokatfulltrúi hjá Dania ið nú hevði fingið deild í Føroyum – Faroe Law. Tey flestu skiltu, at neyðugt var at fyritøkan Føroyar fekk ordiligar viðtøkur – enn meira neyðugt í verandi støðu sum dótturfelag – men tíverri valdu vit at halda fram við verandi ásetingum, sum fyri stóra partin stava frá øðrum londum undir umstøðum miðskeiðis í næstsíðstu øld. Nøktandi stjórnarskipan noyðist tíverri at bíða eftir ættarliðsskifti bæði á løgtingi, hjá løgfrøðingum og kanska eisini hjá miðlafólki, men so hvørt fleiri verða útbúgvin í Føroyum og uttanfyri norðanlond og í meiri víðsýndum donskum útbúgvingum, so fara vit ivaleyst at fáa neyðuga karmin um føroyska løgdømið.

At vera advokatfulltrúi var sera spennandi, men eg hevði hug at royna meg sum akademikari. Ígjøgnum stjórnarskipanararbeiðið var netverkið hjá mær gott, og eftir at hava kanna ymsar møguleikar valdi eg at skriva doktorsritgerð í Íslandi – sera læruríkt fyri føroying at uppliva ta ‘paralellu verðina’ sum líkist okkum so nógv á summum økjum, men kortini víkir frá á øðrum. At skriva ritgerð í Íslandi gav mær eisini høvi at undirvísa teimum mongu útlendingum ið lesa í Íslandi, bæði á Háskúla Íslands og á Háskúlanum á Akureyri. Íslendingar vilja hava líka nógv lesandi heim sum fara út, so eg hevði lesandi úr Kina, Serbia, Týsklandi, USA og enntá ein lesandi av Antarktika ið tók Master í Polar Law her og annars rak granskingarstøð – vit undirvístu nær Norðpólinum, tann lesandi skrivaði og sendi uppgávur nærhendis Suðurpólinum. Mæli øllum føroyskum løgfrøðilesandi at royna geva sær stundir at lesa í Íslandi.

Síðani heim aftur til Føroya, men enn var onki starv á Fróðskaparsetrinum. Stillaði tí upp til løgtingsval, men tá kom starvið, gjørdist so lektari hálva tíð. At sita á løgtingi og leingjast burtur gav mær tann framíhjárætt, at eg kundi halda einasta vallyftið hjá mær – ikki at fara á politikaraskúla – so uttan at hava fyri neyðini at gera nøkrum eftir vild ella tala teimum eftir munninum, kundi eg leggja fram uppskot, seta fyrispurningar og annars virka sum fullkomiliga óheft umboð fyri landsins besta – og halda meg frá bert at siga skvaldur fyri at verða afturvaldur. Har var tó ikki møguligt at fremja tað stóra við teimum fólkum ið sótu, men við treiskni bar til eittnú at fáa sett gongd á at tillaga veiðitrýstið, dagføra verjumálslógina og annars seta fokus á tann partin av løgtingsarbeiðnum ið løgtingsmenn vanliga ikki tíma, nevniliga lóggávu. Hygg at rættarnevndini, so sært tú, hvussu merkt hon er av áhuganum fyri tunlum – ikki fyri rættarviðurskiftum. Tíbetur fekk tíðarskeiðið sín enda, men onkuntíð havi eg enn marruna um at vera afturvaldur. Mæli øllum føroyskum løgtingsfólkum at royna geva sær stundir at lesa løgfrøði.

Nú siti eg á Fróðskaparsetrinum, har mín stóri framíhjárættur er at vera partur av liðinum løgfrøðingum ið hava avrikið at hava omanfyri 600 ymisk fólk ígjøgnum grundskeið í lóg, grundleggjandi fyrisitingarlóg og onnur skeið á bachelor ið fólk taka sum part av samfelagsútbúgvingum. Men stóra takið er nú at byggja upp master í løgfrøði, sum er tvey ára útbúgving við denti á støðuna hjá Føroyum og øðrum smáum løgdømum í altjóðagerðini. Vit hava skeið á føroyskum, enskum, norskum og donskum, vitjandi lærarar úr USA, Noregi og Danmark, umframt nógvar góðar heimligar kreftir. Vit hava boðið master út sum stakskeið í nøkur ár, og alsamt fleiri ið lesa løgfrøði, stjórnmálafrøði og líknandi taka nøkur skeið hjá okkum og fáa tey meritflutt á tær útlendsku útbúgvingarnar. Eisini taka nógv fólk stakskeið sum eftirútbúgving. Nú eru so eisini gott 20 ið lesa fulla tíð, so vit hava skapt okkum íheimligt men samstundis mennandi og víðsýnt umhvørvi. Mæli øllum føroyskum løgfrøðilesandi at royna at taka skeið hjá okkum.

Havi eisini støðu sum vegleiðari á bæði København og Aalborg, so til ber eisini at skriva uppgávur við vegleiðing av Fróðskaparsetrinum. Góða samstarvið við danska umhvørvið hevur millum annað gjørt, at DJØF nú hevur givið ritgerðina hjá mærWest-Nordic Constitutional Judicial Review út í endurskoðaðari útgávu. Vóni at nógv keypa hana, so føroysk gransking fær nakað av uppmerksemi. http://www.djoef-forlag.dk/da/boeger/w/west-nordic-constitutional-judicial-review

3. Er tað ein ávís starvsavbjóðing í Føroyum, sum tú ikki hevði fingið aðrastaðni?

Av øllum hesum sæst, at fjølbroytni og skjótur vegur fram er eyðkennið í Føroyum. Umframt advokatvirksemi, at vera tingmaður, grundlógarskrivari og nú útbúgvingarleiðari, havi eg eittnú eisini verið formaður í javnstøðunevndini, ritjstóri á føroyskum lógarriti, so gjørdist eg eisini formaður í nevndini, sum stovnaði Fasta Gerðarrætt www.fg.fo og endskoðaði semingslógina – og annað mangt.

Vansar kunnu eyðvitað vera, at pláss ikki verður at fordjúpa seg og vælferðasjúkur síggjast hjá juristum, sum at lata vera við at endurnýggja seg – ‘tí tey fáa jú ongan annan, so mann kann klára meg við gomlu lærubókini úr Århus’ – men alt í alt sera spennandi at vera her heima, tó at vit enn mangla løgfrøðingar á sera nógvum stovnum, kommunum, fakfeløgum, tinginum og aðrastaðni, so vónandi verða nógv fleiri lógkøn útbúgvin.

Men vit mugu tó ansa eftir tí, sum ein kallaði ‘kjallarajuristar’, fólk sum við hálvum eyga sita í kjallaranum hjá mammu síni og lesa jura sum fjarlestur – tey gera mangan verri.

4. Yndislærugrein á lestrinum?

Í Danmark var yndisskeiðið heilt vist EF-domstolenes argumentationsteknik hjá Ole Due, mest greinandi og metodukenda fakið í øllum lestrinum, har vit eisini sluppu at skriva uppskot um dóm í aktuellum máli. Ole hevði sjálvur verið formaður í ES-dómstólinum í Luksemborg, so innlitið hjá honum var framúr. Í Skotlandi vóru fleiri áhugaverd skeið, har vit sótu færri fólk saman við granskarunum, sum júst høvdu skrivað um evnini. Mær dámdi betur skilnaðin ímillum bachelor og master í Skotlandi, á KU var tað nakað nógv ‘bachelor +’, meir av tí sama. Men donsku universitetini hava ment seg nógv síðan tá.

5. Hava tínar vallærugreinar og ritgerð havt týdning fyri teg eftir loknan lestur?

Áhugin hjá mær var altíð partvíst akademiskt forvitni, vildi sleppa afturum dogmatisku rættarstøðuna beint nú. KU síðst í 1990’árunum var kanska ikki hepnasta staðið fyri meg, men nøkur skeið vóru, eittnú ejendomsret, almene fag, konkurrenceret, EF-domstolenes argumentationsteknik og (so løgið tað ljóðar ) forsikringsret, har til bar greina støðuna nakað nærri. Júst í tryggingarlóg slapp eg at gera dómsavn, sum hevur verið eyðkenni mítt síðani at fáa greiðu á ‘effektivu juraini’, teirri mentu venjuni sum eittnú spesialið um væntandi dómar í kappingarlóg, doktorsritgerðin og dómsavnið hjá Fasta Gerðarrætti. Í Skotlandi royndi eg meira at fyrireika meg uppá at virka í framtíðar oljuvinnu, men har vísti seg ikki at vera so nógv at gera. Í Íslandi legði eg meg eyðvitað eftir tí stjórnarliga, sum eg longu hevði fingist við, og sameindi tað við fatanina av dómalóg (case-law).

Samanumtikið hava øll skeið og lesnaður havt týdning, men sumt meira óbeinleiðis og enntá sum leiðbeining um, hvussu ikki skal gera. Men frægast mann vera at leggja dentin á háttalagið heldur enn akkurát evnini í ymsu skeiðunum. Serliga at lesa til normeraða tíð ella skjótari og so oftast at fáa góð próvtøl – sigur helst meira enn at hava lisið ávíst fak. So  mesta týdningin hevur fyri meg verið at seta meg inn í givnu lærugreinarnar og fáa tær frá hondini sum skjótast uttan at avmarka meg til pensum.

6. Løgnasta løgfrøðiliga málið tú hevur skula svara til?

Løgnasta hevur verið mítt drúgva stríð við føroyska betongjura, serliga um komandi stjórnarskipan, verandi stýrisskipan og tørvin á føroyskari løgfrøði.

Leikfólk kunnu spyrja nógv løgið, men onki er so løgið sum at møta tí serliga sein-sein-lógpositivistiska umhvørvinum umkring løgtingsskrivstovuna og stýrisskipanarálitið. Bara tankin at hava grundlógina í Danmark sum fyrimynd, eina veruleikafjara stjórnarskipan við, sum nevnir kong 45 ferðir og er nógv verri verja av rættindum borgaranna enn EMRS og so mangt framvegis. Hvørja ferð tey skulu veita ráð, veitst tú at prinsippið um ta verru loysnina vinnur. Hygg at nýliga málinum um undirsjóvartunnil, har løgmansskrivstovan klárar at siga, at hon finnur ikki heimild fyri at finnast at innlendismálaráðnum, tí tað ikki við ósvitaligari vissu kann sigast at landsstýrismaðurin fyrrverandi verður dømdur av einum nevningatingi, og løgtingsskrivstovan sigur seg ikki finna heimild fyri at vraka tann kanningarstjóran, sum umframt at hava úttala seg positivt um framferðina eisini er formaður í tveimum almennum stovnum ið eru við í málinum, hevur verið og er ráðgevi hjá núverandi landsstýrismanni í málsøkinum og annars miðvíst hevur virkað sum apologetur fyri miðfyrisitingina í málum um brot á heimildir og mannagongdir.

Stytti mær mangan stundir í løgtinginum við at hugsa: ‘hmm…. nú er hetta málið komið fram, hvat er tað sanna, rætta, góða, miðvísa at gera – hugsa tær so til tað øvugta, og tað verður tilmælið hjá løgtingsskrivstovuni – virkaði hvørja ferð.

Ansið eftir hesum typunum. Tey eru lættast at kenna við at spyrja tey, hvat tey halda um rættvísi. Fara tey upp at káka um, at ongin veit, hvat rættvísi er – tosa um metafysikk og sitera úr Ret og Retfærdighed – og gerast samstundis kensluborin, óð ella niðurlátandi, so hoyra tey til ‘the lost generation’ í danskari jura. Siga tey harafturímóti sum Børge Dahl hægstarættarforseti á sinni spurdur um orðið rættvísi: “Jeg synes, det lyder godt” (DJØFbladet 22.09.2010), so eru tey komin yvir lógarpositivismuna og aftur á beint at leita eftir avgerðini at taka í givnu støðuni.

7. Týdningarmiklasti ikki-løgfrøðiligur lærdómur frá lestrartíðini

Týdningarmesta er vist ikki at missa seg sjálvan og mentan sín burtur. Føroyingar í Danmark fáa lætt kensluna av at vera á onkrum lægri menningarstigi og skulu tí prógva seg við at gerast danskari enn danir, samstundis sum teimum leingist heim; lívið gongur ikki upp tí so mong mótstríðandi ideal skulu realiserast í senn. Í Aberdeen fekk eg hinvegin fatur í eini campus-mentan, har tey flestu vistu, at tey bara vóru har eina tíð – øll skuldu aftur niðan í Hálandið, til Sri Lanka, Eritrea ella Føroya – og ongin talaði fullkomiliga almenna málið á staðnum, minst av øllum skotarnir í Aberdeen, hvørs ‘Scots’ er mangan er nærri norrønum málum enn ‘the Queen’s English’.

Campus á enskmæltum universitetum er eisini hugnaligari meiri mentað við pubbum og felagsskapum – teknaði meg sum lim í the Malt Whisky Society

8. Eitt gott ráð til løgfrøðilesandi

Sum Rasmus Effersøe yrkir: ofta í neyðum tó vinirnir tróta; hann ið vil framá hann gloymi tí ei: sjálvur sær slóðir at bróta!

Lærubók í Fyrisitingarlóg í øktari útgávu

Í fjør kom fyribilsútgáva í føroyskum fyrisitingarrætti til hoyringar. Bókin var væl móttikin og mestsum útseld.
Lærubók í Fyrisitingarlóg í øktari útgávu

Í ár er bókin komin í meiri fullførdari útgávu við fleiri nýggjum brotum. Bókin viðger evni sum sakliga fyrisiting, formliga fyrisiting, alment innlit og roynd av fyrisitingaravgerðum. Harumframt er dentur lagdur á almennar førleikar sum at finna lóg og á uppgávutøkni.

Fyrisitingarlóg er lærubók skrivað í føroyskum høpi. Bókin greinar mest týðandi ásetingar fyri fyrisiting í Føroyum og nertir eisini við søgu, mál og aðrar fortreytir fyri góðari fyrisiting.

Tørvurin á lærubók um fyrisitingarlóg er eyðsýndur. Lógir, kunngerðir og aðrar reglur eru á føroyskum; umsóknir, avgerðir og úrskurðir av mongum slagi eru á føroyskum; men kortini eru fakmál og hugtøk lítið ment á føroyskum og út frá føroyskum dømum.

Bókin skiftir ímillum siðbundna frálæru og djypri frágreiðing í serligum teigum, umframt at leggja dent á umhugsan og uppgávur, ið lesarin kann fara undir til tess at hvessa sær førleikar. Bókin hevur margutekst og leitorð, ið lætta um at teingja saman fakorð og frágreiðing.

Høvundar eru Bárður Larsen og Kári á Rógvi, ið báðir starvast við at byggja upp lógkunnleika á Fróðskaparsetri Føroya. Teir hava eisini drúgvar og ymiskligar royndir við lóg bæði teoretiskt og praktiskt.

Fyrisitingarlóg er fyrsta bókin í ætlaðari røð av lærubókum um føroyska Lóg. Í stoypiskeiðini er bók um føroyskan kollektivan arbeiðsrætt.

kelda: Fróðskaparsetrið

Eksternur lektari á KU

Talan er um endurnýggjan av fyribils skipan, hvareftir lesandi á KU kunnu fáa vegleiðing at skriva serritgerð um føroysk viðurskifti.

Setanin er endurnýggja og økt, so ætlandi verður enn meira gjørt við samstarvið komandi tíðina.

Fleiri føroyingar niðri hava biðið um at skriva spesiali, hava skrivað ella ætla at skriva specialekontrakt, har Kári verður vegleiðari.

Men harumframt er nú latið upp fyri undirvísing ella gransking í Kjøbinhavn í samstarvi millum stovnana.

Vit vóna eisini, at danir og onnur lesandi á KU fáa eyga á, at sera nógv er at skriva um í føroyska løgdøminum. Viðurskiftini eru meiri óskipaði her hjá okkum, og tað gevur nógvar spennandi akademiskar avbjóðingar.

Ætlandi verður føroyska master í lóg skipað frá heystinum 2013, og tá er gott samstarv ið ‘Alma Mater okkara’ KU avgerandi, eittnú at granskarar koma heim av KU at undirvísa í summum fakum.

kelda: Fróðskaparsetrið

Fiskarættur

Fór finna mær fakligari føði – og datt á ein fiskarætt…

Mannrættindanevnd ST hevur sagt ávegis úrskurð ið sigur Ísland hava brotið javnrættisreglu í altjóða sáttmála um borgarlig rættindi.  Talan er um íslendingar – ikki útlendingar – ið hava kært málið eftir at hava roynt spurningin í íslensku rættarskipanini fyrst.  Teir hava víst á javnrættisregluna ið er at finna bæði í altjóða sáttmálanum um borgarlig rættindi og í bæði íslensku grundlógini og europeiska mannarættindasáttmálanum.  

Sum nærum altíð helt íslenski hægstirættur við stjórnini; íslenski hægstirættur er millum heimsins mest tannleysu, skrivar upp og niður stólpa um, hvat partarnir hava sagt, nær lógir eru samtyktar og so mangt framvegis, men enda altíð við at siga at tað ið tingið hevur samtykt vinnur á øllum hægri prinsippum og rættindum.  

Men Ísland følir nú av álvara at ikki er ókeypis at skriva undir altjóða sáttmálar um rættindi, tí ferð eftir ferð tapast mál í mannarættindardómstólinum europeiska – og nú í ST-mannarættindanevndini. Ísland hevur svarað úrskurðinum, at landið fer at rætta fiskifyriskipanir sínar frammi í tíð, tó at teir fiskimenn ið fingu viðhald frá ST ikki fáa nakrar skaðabøtur.

Sum skilst sigur ST-nevndin í stuttum: Skal ríkidømi ið er tjóðarogn latast einstøkum, so má antin gjald takast afturfyri ella mugu øll fólk hava sama kjans at koma uppí skipanina eftir rímiligum og greiðum treytum.  

At lata tey ið hava fiskað fáa loyvini fyri onki og at lata tey fáa vinning av víðarisølu, er bert loyvilig í avmarkaða tíð; skal skipanin samsvara við javnrættisreglu, má við tíðini farast til skipan, har antin ríkið selur ella søkjast kann um loyvi eftir treytum ið seta øll líka og ikki órímiliga taka tey framum ið hava fiskað.  Hetta er neyvt sama fatan ið sást í flaggdagsáliti grundlógararnevndarinnar, har sigur § 45(2): “Er ætlan at vinna úr tilfeingi, tá skal landið krevja gjøld ella tryggja øllum vinnurætt.”  Verður hetta endaligi ST úrskurðurin verður greitt talan um stórt trýst á Ísland bæði frá ST, øðrum ríkjum og ikki minst mannrættinda- og umhvørvisfeløgum at fáa skipanina í rættlag.

Men bundið er Ísland ikki av hesum dómi.  Fyri Føroyar er ábendingin greið, vit koma í mishald mótvegis millumtjóðaviðtøkum um ikki rættvísari fiskidagaskipan kemur í lag eftir 2017; afturímóti kann vera  í lagi fyribils at lata vera í gildi galdandi skipan ið (enn) ríkar tann ið kastar frá sær og selur ókeypis útskrivað loyvi. ST tykist góðkenna framíhjárættindi í avmarkaða tíð.  Men góð 10 ár (afturat 12 frammanundan) er trýfalt rættindi hjá tænastumanni, so ikki er vist at ST fer at líkjast júst hesa uppskriftina.   

Í øllum førum er fiskarættur góð føði.

Bragdarhugur

Tá ið eg gekk í studentaskúlan*) í Hoydølum, skrivaði eg stíl við heitinum “Forðaður bragdarhugur.”

Stílurin samantvinnaði kenda ørindið um at “Brestir tók til orða – ongin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða” við virðing mína fyri sterkum kvinnum, serliga ommusystrum mínum – og harmanum um tær og teir ið verða forðaði í brøgdum.

Besta ferð mín til Danmarkar var sum seks ára gamal at gista hjá ommusystrini Astrid á Rógvi ið var granni hjá Danjali Nolsøe. Hesi bæði gjørdust ímyndin hjá mær um fólk við bragdarhugi ið vit ikki dugdu at finna rúm fyri í Føroyum.

Bæði tvey fóru av bygd í Føroyum til Danmarkar at útbúgva seg og síðani at útinna mangt eitt roysnisverkið. Hon at stovna egna føðistovu og virka sum stjóri og útbúgvari av nógvum komandi ljósmøðrum; hann sum dómari og umboð Føroya á havrættarráðstevnum og sum kveikjari fyri so mong av teimum ið síðan lósu lóg.

Slíkar fyrimyndir hjálptu at skilja, at vit kunnu vinna okkum fram innan tænastuvinnu, at skilja at vitan er vald og at tess meiri dugni okkara økist, tess meiri økist føroyskt ræði og rásarúm.

Men, tíverri, vit forða alt ov ofta bragdarhugi. Astrid kom ongantíð at stíla fyri føðideild í Føroyum. Danjal gjørdist hvørki dómari ella granskari í Føroyum.

Hvat er til ráða at taka?

Jú, tíbetur er loysnin við hond. Vit skulu bara flyta mentan okkara innan sjóútbúgving og handaliga útbúgving á landsliga og bókliga útbúgving.

Vinmaður mín ið er maskinmeistari hevur siglt um mong høv og dugir at tala ræði um fak sítt á fimm tungumálum; tí eftirspurdir eru føroyskir sjómenn, maskinmenn og skiparar um allan heim. Hví? Jú frá tí teir fystu ferð fara oman á støðna ella bedingina, læra teir skiftivíst teori og praksis, fáa skúla og siglingstíð og kunnu bæði læra á sínum egna máli og fáa alla útbúgving í sínum egna landi. Við støði í tí mysntra teir alla aðrastaðni og taka skeið og skúla víðahvar.

Til samanberingar eru vit lóglisnu bert kønir í donskum – máli sum mentan – hvussu skulu vit gerast eftirspurdir úti í verðini? Og hvussu skulu føroysk heilsurøkt, tænastuvinna, rættarskipan og umsiting gerast betri, um tann besti kunnleikin og tey bestu fólk okkara bert koma øðrum londum til góðar?

Bragdarhugur krevst – og brøgdini skulu gerast í Føroyum!

 

 

*) Viðmerkjarar ið vita at greiða frá, hví tað ikki eitur “gekk í studentaskúlanum” fáa virðisløn

Javnstøða er Vøkstur

Javnstøða er business! Kabalin gongur upp og øll vinna, um vit bara síggja høpi í hesum.

Mest sambærliga økið, Føroyingar kunnu samanberast við, er Norðlandið í Íslandi. Akureyri hevur sama fólkatal sum Havnin, og Norðurlandið á leið sama fólkatal sum er í Føroyum.

Fiskivinna og alivinna standa sterkar, men fólkatalið var farið at fjara, tí tey ungu, serliga ungar kvinnur fluttu til Reykjavíkar ella av landinum. Avbjóðingar innan gomlu vinnurnar vóru ikki nóg mikið.

At venda gongdini, og skipaðu tey lærdan háskúla, sum í fyrsta lagi var samanrenning av læraraskúla og heilsuskúla, men sum nú fevnir um so mangt annað. Nú undirvísa tey í løgfrøði, miðlafrøði, fiskivinnu og mongum øðrum.

Hetta er skúli við mongum ymsum tilboðum, ið er vorðin størsta einstaka arbeiðspláss á norðurlandinum. Fyrstu ferð eg var á skúlanum viltist eg, tí eg fór inn í granskingarbygningin ið liggur við síðurnar av sjálvum universitetinum. Har granska tey alt frá fiskivinnu og aling (Akureyri er frammaliga í toskaaling) til javnstøðu – meðan vit als ikki granska, hví t.d. ungar kvinnur flyta av landinum ella hvør lønarmunur er kynjanna millum, so sita vanliga 5-7 fólk á jafnréttisstovu og granska slíkar spurningar, og tey fáa ofta ung lesandi at hjálpa til við kanningum.

Men umframt at skúlin á Akureyri bjóðar staðbundna undirvísing, hevur hann eisini stórt úrval av fjarundirvísing, við lærda háskúlanum sum miðdepli. Fólk kunnu sita víðahvar í Íslandi og nema sær kunnleika, og koma á skúlan av og á.

Undirvísarar, granskarar, lesandi í ymsum aldri – men serlig yngri kvinnur – støðast nú nógv betur á Norðalandinum, tí nú eru bæði størv og útbúgving at fáa.

Sjálvur havi eg undivíst fleiri kvinnum sum søgdu, at var tað sum fyrr, ja so fóru tær við børnum og manni til Reykjavíkar. Sjómenn kunnu búgva allastaðni, og nógv arbeiði er at fáa, men skal familjan vera í økinum ið hon kennur seg mentunarliga tengda at so má bera til at útbúgva seg og fáa spennandi arbeiði – spennadi hjá báðum kynum og spennadi fyri fólk við ymsum útbúgvingum.

Í Føroyum er nóg mikið av arbeiðsplássum til teirra ið tíma at koyra gravkúgv og arbeiða í fiskivinnuni, og tað er eisini í fínasta lagi, men gloyma vit alt annað, fáa vit eitt skeivt kynsbýti. Stórur partur av kvinnum vilja fegnar arbeiða innan vitanarvinnur.

Vit mugu duga at síggja undirvísing sum vinnu heldur enn útreiðslu. Á hendan hátt kunnu vit kníta fleri fólk at undirvísingini, bæði sum lærarar og næmingar. Hetta hevur eisini við sær, at fólkini støðast í landinum. Vit hava eisini brúk fyri fleiri fólkum í tænastuvinnunum, har rigga tey lesandi so sera væl, tí júst tey vilja taka teir meira óhøgligu arbeiðstíðirnar. Hví skulu lesandi føroyingar sita við kassan ella manna skrivstovur niðri, tá ið vit hava brúk fyri teimum heima?

Útisetar grógva fastir í útlandinum, og mangan er undrunarvert, at so nógv hóast alt koma heimaftur. Hugsa um pedagogútbúgvingina – hóast dagstovnar og serstovnar í Føroyum rópa eftir útbúnum fólki, og áhugin at nema sær pedagogútbúgving er risasórur, so verður bara játtað til ein árligan flokk. Á Akureyri hava tey viðurkent, at pedagogútbúgvingin er universitetsútbúgving og tey pedagoglesandi fáa breiðan akademiskan førleika ið gevur høvi at velja nógv ymisk størv eftir lokna útbúgving. Vit noyða fólk av landinum ella at taka útlendskar fjarundirvísing – heldur enn at taka kappingina upp og økja tilboðið, eisini við fjarlestrarflokkum í Suðri og Norðoyggjum.

Føroyingar seta alt upp ímóti hvørjum øðrum. Vit seta betong og asfalt upp móti undirvísing og mentan. Alt verður ein kapping um pengar úr landskassanum. Fara pengar til undirvísingarendamál, verður ikki nógmikið til tunnlar, halda fólk. Lat okkum endiliga binda landið saman, og gera tunnlar og annað gott, men tað hjálpir einki uppá tann álvarsliga og grundleggjandi trupulleikan, at vit missa stóran part av okkara besta fólki. Lat okkum heldur byrja við at økja um okkara búskap sum Akureyri hevur gjørt. Skapa vit fleiri hægri útbúgvingar og harvið størri vitanarmøguleikar, so vit fáa fólk at trívast og búleikast í landinum, fáa vit betri kynsbýti… og við tíðini eisini ráð til tunnlar. Stig fyri stig.

…og líka eitt afturat, stakir uppihaldarar (oftast kvinnur) mugu fáa nógv størri stuðul fyri at hava ráð at taka av útbúgvingartilboðum í Føroyum… og tað mugu tey fáa, skulu vit varðveita hetta dýrabara tilfeingi í landinum og fáa fólkatal og búskap at vaksa.

Vitan er vinna

Í ‘science fiction’ og ævinbtýrkendum filmum verður ofta gjørt burturúr ‘paralellum universum’; hesir eru alheimar ið líkjast okkara og eru til samstundis, men kortini bróta frá og eru vanliga ógongdi fyri okkum… men so finnur onkur einar dyr ímillum.

Soleiðis kendist at koma til Íslands. Her var land ið eg ongantíð hevði lært um í skúlanum (tó at mytur á mannamunni søgdu, at land var til, har øll høvdu trý arbeiði og pengar vóru virðisleysir). Sum í Íslandi er neyvt tað sama sum í Føroyum – men sum brýtur so frá, at eg kendi meg sum komnan í aðra verð.

Í Reykjavík er øgilig fløta frá gamlari tíð sett av til Háskóla Íslands. Hann varð stovnaður í 1911 – men ikki frá byrjan, tá løgdu tey saman lógskúla, prestaskúla og læknaskúla! Munurin á hesum heimum er skelkandi. Tó at bæði londini hava dúva uppá tað ið veksur á landi ella sjógvi, so hevur annað fingið skúlavinnu harumframt.

Ikki bert eru túsundtals arbeiðspláss á Háskóla Íslands – og á hinum universitetunum, tí eru eru fleiri – men øgiligar vinnur taka seg upp úr háskúlaumhvørvinum ella við fólki útbúnum á hægri skúla. Íløgugransking er stór vinna. Fíggjarvinnan rindar líka nógv í lønum sum fiskivinna á landi.

Tvinnandi tjóðir. Báðar tala norrøn mál, báðar hava verið knýttar at golfstreymi og donskum samveldi, mentanin er sera lík og vit ‘integrerast’ sm onki hjá hvør øðrum. Munurin tykist bara vera, at ongin í Íslandi trúttar niður í ungdómin (sum mínir skúlalærarar gjørdu) at vit liva øll av fiksivinnu.

Í ‘okkara verð’ er tvangstanki, at bara toskur og blokkur skapa nakað. Ert tú ikki á sjónum ella á sjúkhúsi ið danir gjalda, so ert tú at líkna við rovfugl hægri í føðiketuni ið bert nørir seg av holdinum hjá øðrum. ‘Vit kunnu ikki liva av at klippa hvørjum øðrum’ sigur vanligasta føroyska orðafellið.

Í ‘teirra verð’ vita tey tíbetur, at øll vinna ið onnur vilja gjalda fyri er egna at liva av. At granska, undivísa, mála, sniðgeva, fíggja, tryggja, virðismeta, útvarpa – er eins bæði at fiska og at klippa – at vinna, at skapa vælferð og tilfeingi. ‘Hann hevur ikki verið á børsinum’ verður sagt um óroyndan ella ólisnan ungling.

Ævintýrkendu filmarnir enda aloftast við at høvuðspersónur sleppur aftur í sína egnu verð og harvið endar søgan. Men viðhvørt fæst onkur lutur ella onkur roynsla til nyttu.

Skuldi eg tikið eittans grip við úr íslendska paralelluniversinum – var tað sannroyndin, at vitan er vinna.